Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Granskingarráðið: Granskingarráðið hevur gjørt eina frágreiðing og eftirmeting av stuðlinum úr Sjúkrakassagrunninum, sum verður løgd fram í Smæruni hósdagin 6. januar kl. 13.

Sjey ár eru liðin, síðani Granskingarráðið fekk fæið hjá Sjúkrakassagrunninum at umsita. Hesi árini hevur Granskingarráðið latið tilsamans 29,7 mió. kr. í stuðli úr Sjúkrakassagrunninum til nógvar kanningar og granskingarverkætlanir á ymiskum heilsuøkjum og í øllum landinum.

Á fundinum í Smæruni fara nøkur teirra, ið hava fingið stuðul úr Sjúkrakassagrunninum, at greiða frá verkætlanum sínum, og pallborðskjak verður um stuðul til at menna heilsuøkið við umboðum fyri Sjúkrakassagrunnin, Mentamálaráðið, Sjúkrahúsverkið og Fróðskaparsetrið.

Fundurin verður fyri innbodnum orsakað av koronustøðuni, men hann verður stroymdur, so til ber hjá øllum at fylgja við.  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo