Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Týskvøldið, 21. mai klokkan 20:00, fer Trina Eysturoy, forkvinna í felagnum Heimafriður, at hava almenna framløgu í Klaksvík um ljóð-, luft- og ljósdálking. Framløgan verður í Miðhøllini á Skúlatrøð.

Trina Eysturoy fer undir framløguni at greiða frá, hvussu kommurnar kunnu loysa trupulleikan við larmandi og dálkandi skipum, og hvørjar ágóðar bæði land, kommunur og borgarar fara at vinna av tí.

Forkvinnan vísir á, at tað er púra óneyðugt, at larmandi skip koma til bryggju at umskipa, og at kommunurnar fáa forsvinnandi lítið burturúr peningaliga. Tí heldur hon, at tað beinanvegin eigur at verða hugt at, hvørjar loysnir Noregi brúkar.

Síðani felagið Heimafriður varð stovnað fyri knøppum hálvum ári síðani, hevur felagið fingið nógvar klagur um larm frá skipum frá fólki um alt landið.

Eftir framløguna verður møguleiki at seta spurningar. Við á fundinum vera fólk, sum hava servitan innan økið, sum kunnu svara upp á spurningar frá áhoyrarunum.

Tað er Norðoya Sjálvstýrisfelag, sum skipar fyri fundinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo