Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Møguleiki verður fyri at hoyra um nýggja rannsókarskipið á einari framløgu í skúlanum á Skála fríggadagin. Luttakararnir verða Leon Smith, leiðari á teknisku deild á Havstovuni, Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum og Sunvard Joensen, verkætlanarleiðari á MEST. Áhoyrararnir fáa høvi at seta spurningar.

Tiltakið er partur av mentanarvikuni í Runavíkar kommunu og verður fríggjadagin 27. apríl kl. 18.00 í Skála skúla. Øll eru vælkomin.

Føroya Landsstýri hevur gjørt sáttmála við MEST um at byggja skipið. Skrokkurin, sum verður bygdur á skipasmiðju í Litava, verður liðugur á sumri 2019. Síðani verður hann sleipaður til Føroya inn á Skála, har skipið verður gjørt liðugt og leverað á sumri 2020.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo