Stóra sorgin er at gera sær greitt, at vit sjálvi eru orsøkin til alla okkara mótgongd
- Kinesiskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Framskák er ein fyritøka, sum við loysnum innan fundartøkni og kunningarskipanir hjálpir fyritøkum í sínum samskifti og dagliga virksemi. Nú hava tey keypt Teldutænastuna. 

Meðan Framskák og Teldutænastan báðar fáast við tøkni, so er tað ymiskt, hvar denturin hevur verið lagdur. Meðan Teldutænastan hevur fingist við teldutænastur, kopi og prent og KT-support, so hevur Framskák lagt fullan dent á fundartøkni, kunningarskipanir og -skíggjar. Við hesum styrkir Framskák sostatt um toymið, men eisini um tænasturnar. 

– Hetta snýr seg um at gagnnýta hvønnannan. Við at leggja saman kunnu vit økja um samlaða virksemið sigur Sigmund Mikkelsen, stjóri, sum setti Framskák á stovn í 2013. 

Síðani tá hevur tað gingið við rúkandi ferð hjá Framskák. Við meira enn 300 fundarhølisloysnum, 400 kunningarskíggjaloysnum og 20 starvsfólkum í tali, er tað einki at siga til, at tørvurin á slíkari tøkni og tænastu talar fyri seg.

– Hetta er eitt natúrligt stig í menningini hjá Framskák, leggur stjórin afturat.

Teldutænastan fer ongan veg, men heldur fram á Smyrilsvegi sum vant. Tað er bara tann vinnuligi parturin hjá Teldutænastuni, sum legst aftur at Framskák.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo