Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Framsýning um komandi langhyl í Gundadali letur upp mánadagin kl. 9. Tórshavnar býráð samtykti 17. juni 2016 byggiskránna fyri ein komandi langhyl (50 metur) í Gundadali.

Í august fóru trý undangóðkend ráðgevaratoymi (arktitektar og verkfrøðingar) í gongd í eini hugskotskapping, har tey fingu høvi til at geva eitt skikkað boð uppá eina høll til ein komandi langhyl. Talan er um toymi, umboðað av hesum fyritøkunum: Firvald/Ósbjørn Jakobsen Arkitektar, SNA Arkitektar og Árni Winther Arkitektar.

Toymini lótu síni hugskot inn 23. november 2016. Hugskotini eru nú liðugt viðgjørd av dómsnevnd, mentamálanevndini og fíggjarnevndini og koma til endaliga politiska viðgerð í býráðnum 15. desember.

Mánadagin 12. desember kl. 9 letur almenn framsýning upp í forhøllini í Svimjihøllini í Gundadali, har høvið verður hjá almenninginum at síggja innkomnu uppskotini í hugskotskappingini.

Eisini fara Heðin Mortensen, borgarstjóri og Elin Lindenskov, býráðslimur og forkvinna í bygginevndini at bera fram heilsur. 

Framsýningin er opin hvønn dag í upplatingartíðunum hjá Svimjihøllini fram til og við 22. desember. 


Fríggjadagin 16. desember kl. 9 verður endaliga úrslitið og dómsúrskurðurin løgd fram í Svimjihøllini.

Øll eru vælkomin!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo