Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Prýði úr glasi til føroysk klæði, er eitt av nógvum forvitnisligum, sum er at síggja á framsýningini hjá Lions

Prýði úr glasi til føroysk klæði, er eitt av nógvum forvitnisligum, sum er at síggja á framsýningini hjá Lions

Bæði jóansøkuaftan og jóansøkudag, skipar Lions í Suðuroy fyri eini fjølbroyttari framsýning í húsunum hjá Handverkarafelagnum á Sornhúsvegi 24, mitt á Tvøroyri.

Hetta er fyrstu ferð, at Lions roynir hetta og tað hevur eydnast at samla 24 listafólk, sum øll eru úr Suðuroynni, ella hava tilknýti til Suðuroynna. Tilsamans hava tey 75 verk, sum tey fara at sýna fram, bæði listaverk og listahandverk av ymsum slagi og har eru bæði málningar, glaslist, trælist og annað.

Tað kostar 50 krónir at fara á framsýningina, men atgongumerkið er eisini ein lutaseðil, har vinningurin er ein málningur, sum tvøramáðurin, René Christensen, hevur málað.

Framsýningin er opin leygardagin, jóansøkuaftan frá klokkan 17 til 21, og sunnudagin, jóansøkudag frá klokkan 15 til 20.

Tey, sum sýna fram, eru Martin Øster, Per Lave, Poul Olsen, Jens Hammer, Mariann Johansen, Laura Hovsgaard, Rói Einarsson, Oluffa Joensen, Katrin Einarsson, Hildur Gunnarsdóttir, Vígdis Sigmundsdóttir, Finnleif Mortensen, Ulla Bjarkhamar, Ýr Ákadóttir, René Christensen, Danjal Petur Djurhuus, Lív í Baianstovu, Sigrid Súsanna Strøm, Gunnvá Mortensen, Janus á Húsagarði, Sára Petersen, Gunnvá Bjarkhamar, Tróndur Nolsøe og Janus Dam Guttesen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo