Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Sóleyg Kjærbæk, bókabindari, er einasti føroyski luttakarin og til høvið hevur hon bundið inn bókina ”Barbara” eftir Jørgen-Frantz Jacobsen

Sóleyg Kjærbæk, bókabindari, er einasti føroyski luttakarin og til høvið hevur hon bundið inn bókina ”Barbara” eftir Jørgen-Frantz Jacobsen

Sóleyg Kjærbæk, bókabindari, er einasti føroyski luttakarin og til høvið hevur hon bundið inn bókina ”Barbara” eftir Jørgen-Frantz Jacobsen

Hósdagin 11. apríl kl. 14.00 letur framsýning upp í forhøllini á Landsbókasavninum, sum vísir 72 handinnbundnar bøkur úr Norðurlondum. Henda dagin er bókbindaraverkstaðurin á Landsbókasavninum opin og høvi verður at hitta Sóleyg og Tórunna, sum dagliga starvast á verkstaðnum.

Bókabinding er eitt gamalt listahandverk, sum Norðurlond hava eina gamla siðvenju, at samstarva um.

Fjórða hvørt ár verður skipað fyri ferðaframsýningini ”Norðurlendsk bókabinding” og hetta er fjórða framsýning av hesum slag.

Tann seinasta framsýningin var at síggja í Norðurlandahúsinum í 2015. Hendan byrjaði í Finnlandi í fjør, og hevur síðani ferðast í hinum Norðurlondunum og verður komandi vikurnar at síggja á Landsbókasavninum.

Ein dómsnevnd við yrkisbókbindarum, sniðgevum og grafikarum hava peikað á tær bøkurnar sum skara framúr, men allar 72 bøkurnar eru framúr gott handverk - flott listaverk sum verd eru at síggja.

Tann dagin framsýningin letur upp, verður høvið at sleppa inn á verkstaðin á Landsbókasavninum, at síggja hvussu arbeiðið við bókabinding fer fram.

Landsbókasavnið bjóðar kaffi og køkur. Øll eru vælkomin.

Framsýningin verður standandi til 15. mai.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo