Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Framsýningin, sum Jón Sonni Jensen bjóðar inn til í summar er fyrsta einaframsýningin hjá Jón Sonna í trý ár, og samstundis eisini tann mest umfatandi sum Jón Sonni hevur havt áður.

Øll verkini sum eru við, eru framleidd tað seinasta árið, og eru serliga gjørd til høvið.

Hetta er fyrsta langtíðar listaframsýningin í hølunum hjá granskarasetrinum iNOVA (Hoyvíksvegur 51, Tórshavn).

29 verk eru við á framsýningini. 7 málningar, 21 skulpturar, umframt eitt ljóverk, ið ljóðlistamaðurin Dan Helgi í Gong hevur framleitt.

Verkini eru í høvuðsheitum deild upp í fýra flokkar: smá gipsverk, størri skúm- og aluminiumsverk, hangandi latex tekstilverk og oljumálningar á aluminium. Framsýningin kemur tó at merkjast sum ein installatión, har verkini øll spæla avgerandi leiklutir, og eru verkini gjørd við serligum atliti til hølið ‘Eksperimentarium’ í iNOVA.

Jón Sonni hevur í síni list tey seinastu árini viðgjørt kroppin og tað kropsliga sum heild. Hetta ger hann eisini í hesi framsýning, men tað sum eykennir flestu av verkunum sum er við í ‘Viscera-Construct’, er ein ávís loysing frá tí ítøkiliga, sum annars hevur merkt listina fyrr.

Listamaðurin ynskir eina sansaliga uppliving fyri hyggjaran, sum bæði er undrunarsom, forvitnislig, opin og
frísklig, og samstundis eisini argilig og órógvandi. Tað er nevniliga markið millum hetta jaliga og neiliga sum
hugtekur Jón Sonna – Hvussu hyggjarin upplivir júst hetta markið við óvissu í mun til tað kropsliga sum evni.

Fyri Jón Sonna er tað kropsliga altíð ein spegil móti hyggjaranum. Tann vitjandi kennir møguliga ikki myndina
aftur sum nakað ítøkiligt, men kann tó merkja eitt kropsligt skifti, sum boðar frá einum ótilvitaðum trúnaði.

Jón Sonni er 29 ára gamal, úr Vestmanna og er útbúgvin BA (hons) Fine Art frá Norwich, Onglandi.

Tú kanst síggja meir av listini hjá Jón Sonna Jensen á heimasíðu hansara: trýst her

Eisini kunnu brellbitar til ‘Viscera-Construct’ síggjast á hansara Instagram: trýst her

Fernisering verður mikukvølið t. 12 juli, kl. 19.30. Listfrøðingur Solveig Hanusardóttir Olsen heldur setanarrøðuna, og Son of Fortune spælir nøkur løg av síni seinastu útgávu. Ábit og drekka verður eisini at fáa.

Framsýningin hevur opið soleiðis:
Mánad. – Mikud.: 10 – 16
Hósdagar: 10 – 18
Fríggjad. og Leygard.: 10 - 16

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo