Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Uppáhaldið, at summarið verður abstrakt í ár, er ikki ein ófólkalig viðmerking til tað heldur óstøðuga føroyska veðrið. Talan er um heitið á eini forkunnugari listaframsýning, sum letur upp í Steinprenti Mentanarnáttina 2.juni klokkan 15.

Framsýningin er bæði føroysk og altjóða; luttakarar eru Rannvá Kunoy, Hansina Iversen, Julie Sass og Ian McKeever, ið øll arbeiða við abstraktari ella sonevndari nonfigurativari list. Nonfiguratión er eitt heldur tvørligt hugtak, sum er væl meira torskilt enn tann listin, sum hugtakið fevnir um. Hugtakið, ið hevur verið brúkt sum samheiti við abstrakt, fevnir fyri tað fyrsta um eitt ikki-orð, ella eitt orð, sum byrjar við eini negatión ella noktan. Listasøguliga treytin hjá hugtakinum er ein hevd, sum hevur miðsavnað seg um avmyndingar, ið minna um okkurt, vit kenna aftur frá okkara egna ítøkiliga heimi. Í grundini er einki sjálvsagt við hesi áskoðanarháttinum, hann er til dømis ikki viðføddur, men grundaður á mentanarlig og átrúnaðarlig sambond og ein ávísan myndanarhátt, sum menniskjað í vesturheiminum hevur valt.

Í grundini krevur eintýðug lesing av myndum rættiliga nógv, t.d. hava sjálvt smáar perspektiviskar broytingar við sær, at eitt myndevni púrasta kann missa sín eintýðuga fatanarmøguleika. Mótsett hoyrnini, sum er fullment longu í móðurlívi, verða okkara eygu ment ógvuliga spakuliga. Pinkubørn mugu læra seg at hyggja nakað á sama hátt, sum tey læra at ganga. Tey mugu altso læra seg at fokusera og at brúka eyguni bæði saman, og somuleiðis skulu evnini til at nýta ta visuellu informatiónina, sum eyguni senda til heilan, eisini lærast og mennast. Tann náttúrliga avleiðingin av hesum er, at okkara fyrstu mongu sjónsupplivingar eru nonfigurativar. Byrjanin er altso abstrakt, full av spennandi hómingum av ljósi og skuggum og tað er júst soleiðis, vit kunnu lýsa summarframsýningina í Steinprenti í ár.

Julie Sass og Ian Mckeever eru altjóða listafólk, sum framsýna kring allan heimin. Tey hava bæði verið partar av bókmentaligum verkætlanum í Steinprenti í ár, sum verða at síggja á framsýningini. Harumframt verða átta prent hjá Ian McKeever framsýnd, tey eru einlitt við einum einstøkum berandi liti, einum stórum litflata, sum hongur og sveimar á pappírinum. Hetta eru at síggja til einfaldar og minimalar myndir, sum vaksa seg til maximal listaverk við ekspressivari megi. Prentini hjá Julie Sass hava eitt samansett brá av, at listakvinnan hugsar myndir sum eitt slag av konstruktión. Hennara myndir eru onkursvegna meira bygdar enn málaðar og ofta tykjast myndirnar spælandi bæði við skap og javnvág og við áskoðarans assosiatiónsmøguleikar.

Bæði Rannvá Kunoy og Hansina Iversen eru vegarar innan føroyska, nonfigurativa list, sum tær á avgjørdan og konsekventan hátt hava arbeitt við í umleið tjúgu ár. Rannvá Kunoy hevur í mong ár rannsakað spenningsøkið millum rúm og flatu innan málningalistina og í sínum nýggjastu málningum røkkur hon nýggjar hæddir í síni roynd at gera tað ítøkiliga óítøkiligt. Spildurnýggj eru somuleiðis nøkur skyggjandi steinprent, ið ikki líkjast nøkrum, sum hevur verið framsýnt áður í Steinprenti – tey prentini eru júst komin úr pressuni. Hansina Iversen hevur somuleiðis bæði málningar og nýggj prent við á framsýningini, sum eru lýsandi dømi umhennara framúrskarandi koloristisku førleikar. Hennara myndir tykjast bæði einfaldari og meira kompleksar enn nakrantíð, summar sýnast um at bresta av ekspanderandi litflatum.

Mentanarnáttina hevur Steinprent opið til klokkan 21.00.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo