Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Her er íslendski leikstjórin, Guðmundur Arnar Guðmundsson (f. 1982), tá hann fekk fyrstu filmsvirðisløn í Lubeck í november í fjør fyri filmin Hjartasteinn. Hann er ein av fimm norðurlendskum filmum, sum nú eru í uppskoti at fáa Norðurlendsku Filmsvirðislønina

Filmsfelagið er elsta felag í landinum, ið hevur film sum áhugamál og virksemi. Felagið varð stovnað í Havnar Bio í 1962. Soleiðis ljóða inngangsorðini í skránni fyri Filmsdagar í Felag, sum Filmsfelagið skipar fyri í døgunum 20.-24. september

Samskipari og stigtakari er unga havnakvinna Nadia Abraham, ið gjøgnum sín uppvøkstur í Føroyum, brúkti nógvar løtur í biografinum

Í dag verða málningar hjá Torbjørn Olsen vístir fram á Ráðhúsinum í Reykjavík. Framsýningin er komin í lag í sambandi við Mentanarnáttina í Reykjavík

Í morgin, 18. august kl 16.00, letur upp framsýning við málningum eftir Torbjørn Olsen í Ráðhúsinum í Reykjavík. Framsýningin er komin í lag í sambandi við Mentanarnáttina í Reykjavík

Jóngerð Purkhús, sum m.a. er kend sum fyrsta landsstýriskvinna Føroya - hon sat frá 1985 til 1991 - er fyri stuttum vorðin 80 ára gomul. Hon hevur seymað í fleiri ár og á framsýningini sýnir hon fram fleiri enn 30 teppi

Í dag legði Nadia Abraham fram skránna fyri fyrsta Faroe Islands International Minority Film Festival í Perluni, har sýningar vera í døgunum 7.-10. september í ár

- Til lukku við øllum hesum spennandi virksemi, sum nýdefinerar listalig sambond og skerpir grafiska sansin í Luther árinum!

Maja Tjørnelund Sørensen, sum á ísraelsku sendistovuni í Keypmannahavn hevur ábyrgd av mentanarligum tiltøkum í Danmark, Føroyum og Grønlandi, hitti í gjár Filmsfelagið

Hósdagin 10. august 2017 letur upp listaframsýning í Gamla Seglhúsinum við íslendska listamanninum Þorlákur Kristinsson, vanliga nevndur Tolli Morthéns

Allur ágóðin av ólavsøkuframsýningini hjá Lions Club Tórshavn fer í ár til KFUM-skótarnar í Havn, sum ætla at byggja eina skótasmáttu í Havnadali

Nú tað stundar til ólavsøkuna, er Lions Club Tórshavn farið undir fyrireikingarnar til átjandu ólavsøkuframsýningina á rað. Freistin at lata listaverkini inn er í dag sunnudagin 23. juli, millum klokkan 18 og 20

- Ein krígsklaustrofobisk søga, sum í sterkum filmsekvensum, sum tá eru bestir, eru uttan orð, lýsa kríggj og leitan eftir hetjum. Hetta er hansara finest hour.

Á triðja sinni skipar Filmsfelagið fyri Filmsdøgum í Felag í Havnar Bio. Tiltakið, sum er í døgunum 20.-24. september, er í ár bygt út við Barnabio og Eldrabio

Hóast sjangran er eldri, verður sagt, at tað var leikstjórin George Romero, ið grundaði hana við filminum ”Night of the Living Dead” í 1968. Í gjár doyði Romero, 77 ára gamal, av krabba í lungunum

Listafelagið skipar fyri afturvendandi Ólavsøkuframsýningini í Listaskálanum, sum í ár hevur 70 ár á baki

Absalon Absalonsen letur upp málningaframsýning í smiðjuni í Lítluvík í morgin kl. 14

Komandi vikurnar verða upptøkurnar til spælifilmin NINA, sum Maria Winther Olsen hevur skrivað og leikstjórnar, gjørdar í Norðoyggjum

Framsýningin, sum Jón Sonni Jensen bjóðar inn til í summar er fyrsta einaframsýningin hjá Jón Sonna í trý ár, og samstundis eisini tann mest umfatandi sum Jón Sonni hevur havt áður. Øll verkini sum eru við, eru framleidd tað seinasta árið, og eru serliga gjørd til høvið

Mikudagin tann 5.juli letur Marius Olsen upp listaframsýning í Gamla Seglhúsinum. Fernisering verður mikudagin 5. juli kl. 18. og verður tá eisini møguleiki at heilsa uppá listamannin sjálvan

 

Við LUX virðislønini hevur Evropaparlamentið gjørt vart við filmsgerð í limalondunum í tíggju ár. Av árligu filmstevnuni í lítla kekkiska kurbýnum, Karlovy Vary, kunngerð Evropaparlamentið nú hvørjir tíggju evropeiskir filmar eru í uppskoti at fáa LUX virðislønina í ár

Svenski leikstjórin, Johannes Nyholm, greiðir donsku pressuni frá um filmin "Jätten" (Kæmpen, The Giant), sum fær best hugsandi ummæli í øllum Norðurlondum. Men áskoðararnir møta ikki

Kanska ein av allarbestu raðsendingunum sum hava verið á marknaðinum í langa tíð, men ikki so lætt at skilja alt beinanvegin. Her er ein ensk vegleiðing

SKAM-stjørnur avdúka, hvørjir fimm filmar er í uppskoti at fáa Norðurlendsku Filmsvirðislønina í ár

Ein av kendastu norðurlendsku sjónleikarunum, Michael Nyqvist úr Svøríki, er deyður, 56 ára gamal

Brasilska Luna Buschinelli, 19 ára gomul og sjálvlærd, hevur gjørt heimsins størsta grafitti freskomálning, og er hann 2500 fermetrar stórur

Leikvørðurin handan «Karate Kid» og «Rocky» er deyður, 81 ára gamal. Sonurin sigur at pápin, John G. Avildsen, er deyður av krabbameini, skrivar AP. Her er hann, tá ið hann fekk ein Oscar fyri «Rocky» í 1977

Hettar vikuskiftið eru Katrin og Rói Einarsson í Perluni í Tórshavn og sýna fram. Myndirnar eru 10 í tali, og snúgva seg um yvirnaturligar søgur úr Føroyum

Her er besta fotomyndin á summarframsýningini Eitt ár í Føroyum í Norðurlandahúsinum í ár. Bjarni Mohr eigur myndina Svinnandi bygdin, og fyri hana fekk Bjarni 5.000 krónur í virðisløn frá Turið Arge úr BankNordik

Vit gerast alsamt eldri, samstundis sum vit sum ongantíð fyrr leingjast eftir æviga ungdóminum og gera tað, vit megna, fyri at dylja ellismerkini á likami okkara

Norðurlandahúsið vendir sjóneykuni ímóti Svøríki við pallsettum stórverki eftir Bergman, virðisløntum tónleikarum, undurfullum barnaleiki og lýsandi framsýning o.m.ø

Hvítusunnudag kl. 20 hevur Guðrið Poulsen, listakvinna, listaframsýning í Glyvra kirkju

Summarframsýningin í Steinprenti við verkum hjá: Rannvá Kunoy, Hansina Iversen, Julie Sass og Ian McKeever

20 filmar dystast um Pálman, og BirkBlogg gitir, at russiski filmurin vinnur

Fríggjadagin á Norðoyastevnu kl. 18:00 letur upp listaframsýning í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík við Anker Mortensen

- Heimi á Sandi í Fuglafirði býr ein fjøllbroytt listakvinna, Sólgerð Andreassen, lærari og skyldkona, skald, tónleikari og listakvinna, sum nú um dagarnar fer at koma út við einari nýggjari bók

Listagluggin skipar fyri forvitnisligari søluframsýning við Føroya størstu listafólkum á Torginum í SMS, 17. - 20. mai

Í morgin, fríggjadagin 5. mai, letur framsýningin "William Heinesen, Myndlistamaður" upp á Listasavni Føroya

Í evstu løtu er svenski filmurin Rutan (The Square) boðin við til høvuðsskránna á filmstevnuni í Cannes. Filmurin byggir á eina veruliga uttandura listaframsýning í Svøríki, sum leikstjórin fyrr hevur lýst í stuttfilmi um eitt ætlað bankarán

Saman við Havnar Bio og øðrum úr Havn, fer Filmsfelagið á triðja sinni at skipa fyri Filmsdøgum í Felag 20. - 24. september í ár. Nýtt í ár er barnabio og eldrabio

Tilhaldið í Tórsgøtu hevur nú framsýning av handaligum arbeiði frá vetrinum 2016/17 maskinbinding, veving, horn og beinarbeiði

Amerikanski filmsleikstjórin, sum í 1991 gjørdi kenda og stílskapandi ræðufilmin Silence of the Lambs við Anthony Hopkins og Jodie Foster í høvuðsleiklutunum, er deyður 73 ára gamal

Føroysku listakvinnurnar Lív Ejdesgaard og Rúna Hansen, báðar búsitandi í Esbjerg luttaka á stóru listaframsýningini Art Nordic, sum verður hildin í Lokomotiv Værkstedet við Fiskatorgið í Keypmannahavn komandi vikuskifti

Norðurlendska filmsfelagið, Scanbox, sigur frá, at tey hava tryggjað sær rættin at leiga nýggja filmin hjá Wim Wenders, Submergence, til biografar í Norðurlondum. Frumsýning á okkara leiðum, tað vil siga í Danmark, Føroyum og Grønlandi, er sett til 7. desember

Ein av størstu filmlsleikarun, Jack Nicholson, verður 80 ár í dag. Hóast hann ikki hevur verið sæddur á filmi síðan í 2010, eru fá, ið hava spælt so nógvar høvuðsleiklutir á filmi, sum Jack Nicholson

Í annaðkvøld klokkan 21 føroyska tíð vísur National Geographic dramarøðina "Genius" um flogvitið Albert Einstein, sum elskaði konufólk, og tey elskaðu hann

Burtursæð frá trimum stuttfilmum, er einki norðurlendskt á skránni í Cannes, tá árliga filmstevnan verður hildin í døgunum 17. - 28. mai

The Mummy er ein amerikanskur filmur skrivaður av Jon Spaihts. Frumsýningin verður 9. juni 2017. Í høvuðsleiklutinum eru Tom Cruise, Annabelle Wallis, Sofia Boutella, Jake Johnson, Courtney B. Vance og Russell Crowe

Undir heitinum “Føroyskt vár” lat listaframsýning upp Pálmasunnudag á Gallarí Nørballe í Suðurjyllandi

Tórshavnar Kvøld- Ungdóms- og Listaskúli skipar fyri forkunnugari framsýning í Eysturskúlanum um vikuskiftið. Umframt sjálva framsýningina er tónleikur eisini á skránni