Ungar konur eru fyri gamlar menn sum harðar nøtur fyri brendar tenn
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tvífalt Oscarvirðislønti filmurin, ”Sound of Metal”, er um trummusláaran Ruben, sum spælir í einum heavy rock orkestri

Í dag frá middegi og til kl 16 er spennandi framsýning í Múllers Pakkhúsi, sum Tilhaldið skipar fyri. Tilhaldið fer eisini at luttaka í Mentanarnáttini frá kl 12 til 21 við framsýing og kaffisølu

Ein áralong fasinatión tekur seg nú út sum ein hugtakandi framsýning. Mentanarnáttina fært tú høvi at síggja nakna kvinnukroppin gjøgnum linsuna hjá Gvøðny Miriam og Janusi

Tað figurativa og abstrakta, er heitið á málningaframsýniningini hjá Finleif Mortensen sum sýnir fram í Smiðjuni í Lítluvík á Mentanarnáttini í Havn 4. juni

Føroyska Sanna er við í nýggjari sjónvarpsrøð, Efterskolen, sum í seks pørtum lýsir lívið á einum donskum eftirskúla, har tannáringar ganga

Diane Schüssele, handritahøvundur, og Dagmar Knöpfel, leikstjóri, sum síggjast omanfyri, eru úr Týsklandi, og hava sett sær fyri at gera film úr søguni um Verdandi úr Heiðunum, sum ikki spurdist aftur, tá hon var undir Íslandi í 1944

- Handritið lýsir eina søgugongd, ið fyri tað mesta tykist at snúgva seg um kynsligt samband og harðskap, og ein høvuðspersón, ið ikki klárar at fáa kynsligan fulnað fyrrenn viðkomandi er á markinum til at beina fyri sær sjálvum

Joe Lara, sum hevði høvuðsleiklutin í røðini 'Tarzan: The Epic Adventures', er deyður

Danski heimildarfilmurin ”Møllehave - Hellere forrykt end forgæves” er ein lýsing av Johannes Møllehave, sum andaðist 10. mai, 84 ára gamal. Mikukvøldið 9. juni fer Filmsfelagið at visa filmin

Fríggjadagin letur upp listaframsýning við donsku listakvinnuni sum fær íblástur úr Føroyum

Blachman fær turt uppá í danska filmstíðarritinum Ekko

Í filminum Promising Young Woman, sum gongur í Havnar Bio beint nú, er Laverne Cox ein av leikarunum. Laverne Cox er fyrsti transpersónur sum er komin á forsíðuni á Time

Eli Smith bjóðar til fernisering í Børkugøtu 27 fríggjadagin 14. mai kl. 16 við nýggjum grótmálningum. Aftrat sær sýna sonurin Napoleon og grannin Magni Dalsgaard eisini nakrar tekningar/vatnlitsmyndir

Nú fara biografarnir í gongd aftur og Filmsfelagið bjóðar nýggjan feskan film. Mest áhugaverdur er helst hin føroyski Skál, sum Filmsfelagið frumsýnir týsdagin 25. mai

- ein hugtakandi ferð í tíð um savnaramani, søvn og list

Oscarvirðislønti filmurin Minari er um eitt koreanskt húski, sum flytir til USA í 1980’unum. Jacob og Monica, sum eru farin úr Korea, vilja finna eydnuna í USA

Henda kvinnan, sum í andlitinum er eitt landslag, gjørdist stóri Oscarvinnarin við filminum Nomadland í nátt

Filmurin hjá Thomas Vinterberg var kosin 'Besti altjóða filmur'

Leygardagin 24. apríl verður fernisering í Glyvra kirkju. Framsýningin ’Náttúrulýsingar’ er myndað av nýggjum verkum

Undir yvirskriftini Heimlig várlist til sølu í 32 skiftum ummælir Birkblogg Várframsýningina 2021, sum savnað nógv fólk, tá hon lat upp í dag

Ólavur Frederiksen, myndamaður, hevur tikið fleiri myndir í sambandi við upptøkurnar til røðina TROM sum í løtuni fara fram uti í Sandágerði

Upptøkur til røðina TROM fara í løtuni fram uti í Sandágerði. Boðað verður frá, at tað hevði frøtt tey at fleiri statistar komu ein túr framvið frá nú av og fram til kl 19 í kvøld

Filmsfelagið er farið undir eitt átak saman við Havnar Bio, har 10 krónur av hvørjum seldum atgongumerki til filmar hjá Filmsfelagnum fara í ein grunn, sum verður róptur "Ársins andøvsfiskur"

Fríggjadagin 16. apríl kl. 16-18 letur Várframsýningin 2021 hjá felagnum Føroysk Myndlistafólk upp á Listasavni Føroya, og øll eru hjartaliga vælkomin

Seaspiracy hevur fleiri argument fyri, hví vit ikki skulu eta fisk. Men fleiri av argumentunum kunnu ikki brúkast

Tórshavnar kommuna og Havnar Sjónleikarafelag hava gjørt nýggja samstarvsavtalu um virksemi fyri 2021

Hin afturvendandi páskaframsýningin í Eysturkommunu

- Her er filmurin upptikin, sigur Ulrich Thomsen við kortinum framman fyri sær og peikar á bygdina Roy í New Mexico

Kondittarin Walter Musco umskapar sín handil í Tor Marancia-økinum í Róm til eitt kunstgallarí við páskareggum

Fríggjadagin 26.mars klokkan 16-18 letur upp ein serframsýning í Víngarðinum í Havn við verkum eftir Fríðu Matras Brekku. Framsýningin í Víngarðinum er opin fríggjadagar og leygardagar

Hollywood-sjónleikarin George Segal er deyður, 87 ára gamal

2. páskadag, mánadagin 5. apríl, hevur tú møguleika at vitja málningaframsýningina Vón hjá Stellu Zachariassen í høllini “Ovaru Hoydalar” á Hotel Hilton Garden Inn frá kl. 12-19

Í morgin, sunnudagin 14. mars, verður Heðin Kambsdal, listarmaður, sjeyti ár

Krypto-listaverkið hjá Beeple, 'Everydays: The First 5000 Days' er selt fyri 430 milliónir krónur á auksjónshúsinum Christie's í New York

Í kvøld varð nýggi heimildarfilmurin hjá Dánjali Højgaard og Hans Petur Hansen sýndur fyri fulsettari høll í Filmsfelagnum

Í døgunum 4. – 8. mars verður framsýning í Smiðjuni í Lítluvík við Jacob Fuglø, Hvalvík. Jacob hevur havt fleiri framsýningar í Julianehåb (Qaqortoq) í Grønlandi

Sjónleikarin Jahmil French er deyður, 29 ára gamal

- Leiðin til mansins hjarta gongur ígjøgnum búkin. Funktionerlyndi ræður flestu okkara, vit bíða eftir sjálvsøgdu tíma- ella mánaðarlønini. Kyku rekamenninir eru øðrvísi samanskrúvaðir. Tíbetur

Barbara Lervig vann báðar virðislønirnar í Geytanum í kvøld á tilsamans 60.000 krónur fyri stuttfilmin Handanland

Sum vant verða tvær virðislønir latnar: Geytin á 35.000 kr, ið Runavíkar Kommuna letur og Áskoðaravirðislønin á 25.000 kr, ið Tórshavnar Kommuna letur

Mikudagin 3. mars frumsýnir Filmsfelagið nýggja dokumentarin um listamannin Ingálv av Reyni, sum Hans Petur Hansen og Dánjal Højgaard hava framleitt. Sýningin er í Havnar Bio

- Hetta kann bert ein ørvitisknokkur hava málað, skrivaði Edvard Munch á sítt heimskenda verk vísa nýggjar kanningar

Í kvøld lat framsýningin »Gróðursettur – Tilflytarasøgur« upp í Müllers Pakkhúsi

- Floral Fireworks er heitið á trælistaverkinum hjá Joel Cole, sum straks fangar mín áhuga í Müllers Pakkhúsi, har hann fyrireikar framsýningina Gróðursettur - Tilflytarasøgur

Áhugavert útgávutiltak og framsýning av skurðmyndum eftir Joel Cole í Müllers Pakkhúsi leygarkvøldið, 20. februar, kl. 19.00

Hesaferð keypti BankNordik-savnið listaverk av listakonuni Jónu Rasmussen, Tórshavn

Hósdagin kl. 16 letur upp listaframsýning í Perluni í Havn. Fýra av okkara fremstu listafólkum sýna fram, og framsýningin verður bert opin til sunnukvøldið

- Vit eru so glað fyri, at tað eydnaðist okkum at fáa hendan leikin á pall mitt í koronutíðini við øllum hugsandi forðingum, og ikki minst at fólk hava tikið so væl ímóti honum

Fleiri norðurlendskir filmar nærkast nú endaligu tilnevningini at fáa ein Oscar

Sjónleikarin Christopher Plummer, best kendur fyri sín leiklut í «Sound of Music», er deyður, 91 ára gamal, skrivar Variety