Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Leygardagin og sunnudagin hevur Finleif Mortensen sítt atelier opið har til ber at síggja hvat er í gongd og hvat annars hongur á vegginum av lidnum málningum í atelierinum. Eisini eru nakrir eldri málningar hongdir upp aftur

Upprunamyndprýðingarnar hjá Anniku Øyrabø verða sýndar fram á Bókadøgum, og í dag kl. 16 fer Solveig Hanusardóttir Olsen, listfrøðingur, at siga nøkur orð um listakvinnuna og pappírsklippini

Næsta leygardag letur ein forkunnug og fjálg framsýning upp í Víngarðinum við nýggjum verkum hjá Randi Samsonsen. Heitið er Blue Velvet

- Seks stjørnur av seks møguligum fyri at gera tað ómøguliga møguligt, mitt í einari nútiðar pandemi og við læknastríðnum í Klaksvík sum søguligum baktjaldi

Í januar letur stór føroysk myndlistaframsýning upp í Paris við verkum eftir Hansinu Iversen, Rannvu Kunoy, Zacharias Heinesen og Ingálv av Reyni

Hetta er fyrsta framsýning hjá Finleif bara við abstraktum málningum

”Kandis for livet” er ein lívsjáttandi, undirhaldandi og hjartanemandi filmur um ein breiðan skara av áhoyrarum, sum dyrka Kandis, og hava eitt heilt serstakt samband við dansk-topp sangaran Kandis-Johnny

Næsta sunnudag letur søluframsýningin upp

Føroyski heimildarfilmurin ”Skál”, ið lýsir Daniu O. Tausen, sum flytir av Toftum til Havnar, møtir Trygva Danielsen, fer at lesa á Setrinum og gevur út yrkingasavnið “Skál”, hevur vunnið gyltu Hugo virðislønina í Chicago

206 serkøn fólk í 43 londum hava eftir áheitan frá BBC kosið «The Wire» til bestu sjónvarpsrøð í 21. øld

Hanus Kamban, sum hevur granskað Stefan Zweig og júst hevur lisið "Schachnovelle", fer at innleiða sýningina í Filmsfelagnum mikukvøldið

- Stuttligt og hugvekjandi, at vit í Føroyum, og tað serliga kalsoyingar, hava fingið leiklutin sum heimstaður og karmur um higartil mest endaligu orrustuna millum tað góða og tað ónda

Óli Jacobsen fer at innleiða nýggja filmin hjá Ole Bornedal, ”Skyggen i mit øje”, sum Filmsfelagið hevur fingið loyvi at sýna í Føroyum tvær vikur undan frumsýningini í Danmark

Kendi rithøvundin Sara Omar, sum hevur vitjað í Føroyum sum gestur hjá Amnesty, krevur fútabann, tí hon vil ikki, at filmurin um hana verður vístur

Ellindur Egilstrøð hevur málningaframsýning í Williamsstovu, Niels Finsensgøta 16, í kjallaranum undir Myndlist

Seinnapartin í dag var stór móttøka í sambandi við frumsýningina av nýggja James Bond filminum No Time To Die

Føroyski heimildarfilmurin "Skál" hevur í kvøld vunnið "Best Nordic New Voice"

The Crown varð stóri vinnarin við ikki færri enn sjey virðislønum tá Emmyhandanin var í Los Angeles um vikuskiftið

Mikudagin 6. oktober fer Ann-Mari Jensen, forkvinna í Alzheimerfelagnum, at innleiða nýggja danska heimildarfilmin hjá Louisu Detlefsen ”Det er ikke slut endnu”

Fríggjadagin 17. september kl. 13 letur Hilmar J. Højgaard upp málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík

Við 30.000 krónum í vinningi skipar Nám aftur í ár fyri filmskapping fyri hádeild og miðnámi um Heimsmálini hjá ST. Hesaferð er yvirskipaða evnið Heimsmál 3 ”Góð heilsa og vælferð – at tryggja øllum heilsugott lív og virka fyri trivnaði fyri øll í øllum aldri”

Nýggj framsýning við Heiðriki á Heygum á Listasavni Føroya

Í samstarvi við Filmshúsið fer leikstjórin, Charotte Sieling (f.1960) at innleiða sýningina við nýggja filminum "Margreta hin Fyrsta" 29. september

Filipinski Netflixfilmurin ”A Faraway Land” er helst tann filmur úr Føroyum, sum flest fólk hava høvið at síggja beint nú

Tjóðpallur Føroya setir nú hol á leikárið 2021-22 við fleiri nýskrivaðum føroyskum leikverkum á skránni. Lagt verður fyri við "Portrettið" eftir Jóanes Nielsen

Í bretska filminum ”Supernova”, síggja vit Colin Firth og Stanley Tucci, ið hava livað saman í tjúgu ár. Meira forelskaðir enn nakrantíð eru teir farnir á ferð við húsvogninum

Á framsýningini vera bæði náttúru og abstrakt motiv

Jacoba Niepoort, listakvinna, prýðir veggin á Hotel Tórshavn, sum vendur niðan móti Vaglinum, og hon roknar við at gerast liðug við málningin fyrst í august

Aftur í ár skipar Listafelag Føroya fyri ólavsøkuframsýning í Listasavni Føroya. Síðani 1948 hevur hendan framsýning Listafelagsins verið fastur táttur á ólavsøku

- Ólavsøkuheilsan og -ynski Filmsfelagsins er, at vit øll fara væl við okkara mentanarstovnum

- Ellindur Egilstrøð er føddur á Eiði og er ein av fleiri í familjuni, ið málar og heldur lív í einum meira enn 100 ára gomlum siðaarvi í familjuni. Í juli fer Ellindur aftur at hava framsýningar í Føroyum

Tað er eitt serstakt ár í ár fyri Faroe Islands International Minority Film Festival, sum hátíðarheldur 5. árið á rað og samstundis eisini størstu skránna nakrantíð

Árliga filmstevnan í Cannes byrjar í dag. Onkrir miðlar kalla stevnuna heimsmeistarakappingina í filmi. Og okkurt er um tað, hóast hetta ikki er ein ítróttagrein, men nýggjasta listagreinin

KFUK-skótarnir í Havn fáa í ár ágóðan av ólavsøkuframsýningini hjá Lions Club Tórshavn, sum tað longu nú ber til at melda seg til sum framsýnari

Mikudagsfilmurin í Filmsfelagnum 7. juli er danski animeraði heimildarfilmurin, Flugt

- Ein sterk norðurlendsk manning stendur aftanfyri pallsetingini av “Ó - søgur um djevulskap”, sum júst nú tekur skap í Norðurlandahúsinum

sum nakað nýtt, verða eisini málningar við myndaevnum úr Nýggja Testamenti

Stella er í løtuni í gongd við eina listaútbúgving til at blíva yrkislistafólk

Fríggjadag seinnapart letur málningaframsýning hjá Niels Jensen upp í Smiðjuni í Lítluvík

Hósdagin letur stóra listaframsýningin “Tey 12” upp í Müllers pakkhúsi

Listaframsýning av akademiskum kol/krit-tekningum, olju og akrylmálningum í Williamsstovu 18. - 22. juni

Tvífalt Oscarvirðislønti filmurin, ”Sound of Metal”, er um trummusláaran Ruben, sum spælir í einum heavy rock orkestri

Í dag frá middegi og til kl 16 er spennandi framsýning í Múllers Pakkhúsi, sum Tilhaldið skipar fyri. Tilhaldið fer eisini at luttaka í Mentanarnáttini frá kl 12 til 21 við framsýing og kaffisølu

Ein áralong fasinatión tekur seg nú út sum ein hugtakandi framsýning. Mentanarnáttina fært tú høvi at síggja nakna kvinnukroppin gjøgnum linsuna hjá Gvøðny Miriam og Janusi

Tað figurativa og abstrakta, er heitið á málningaframsýniningini hjá Finleif Mortensen sum sýnir fram í Smiðjuni í Lítluvík á Mentanarnáttini í Havn 4. juni

Føroyska Sanna er við í nýggjari sjónvarpsrøð, Efterskolen, sum í seks pørtum lýsir lívið á einum donskum eftirskúla, har tannáringar ganga

Diane Schüssele, handritahøvundur, og Dagmar Knöpfel, leikstjóri, sum síggjast omanfyri, eru úr Týsklandi, og hava sett sær fyri at gera film úr søguni um Verdandi úr Heiðunum, sum ikki spurdist aftur, tá hon var undir Íslandi í 1944

- Handritið lýsir eina søgugongd, ið fyri tað mesta tykist at snúgva seg um kynsligt samband og harðskap, og ein høvuðspersón, ið ikki klárar at fáa kynsligan fulnað fyrrenn viðkomandi er á markinum til at beina fyri sær sjálvum

Joe Lara, sum hevði høvuðsleiklutin í røðini 'Tarzan: The Epic Adventures', er deyður

Danski heimildarfilmurin ”Møllehave - Hellere forrykt end forgæves” er ein lýsing av Johannes Møllehave, sum andaðist 10. mai, 84 ára gamal. Mikukvøldið 9. juni fer Filmsfelagið at visa filmin