Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Starvsmannafelagið: Umleið 100 umboð fyri fakfelag hjá teimum kommunalt settu í Norðurlondum hava ráðstevnu í Føroyum í døgunum 24. -27. apríl. Evnið fyri ráðstevnuna eru avbjóðingarnar hjá fakfeløgunum tey næstu 10 árini.

Starvsmannafelagið er vertur fyri ráðstevnuna, sum verður hildin á Hotel Føroyum undir yvirskriftini ´Fagbevægelsen mot 2025 – tilbake til medlemmene?.

Tað er NTR, Nordisk Tjenestmandsråd, sum fyriskipar ráðstevnuna. NTR umboðar umleið 340.000 starvsfólk, sum eru limir hjá fakfeløgum fyri kommunalt sett í Norðurlondum.

Fakfelagsrørslan í Norðurlondum stendur fyri stórum avbjóðingum. Feløgini missa limir, arbeiðsloysi hóttir´, alt meðan alment virksemi alsamt verður privatiserað og útveitt.

Samstundis er tað ein sannroynd, at alt meira av almenna virkseminum verður talgilt og tað merkist á arbeiðsmarknaðinum. Roknað verður soleiðis við, at annaðhvørt arbeiðspláss í heiminum fer at verða talgilt innan 2025.

Á ráðstevnuni fara umboðini fyri fakfeløgini at kjakast um hvussu fakfeløgini møta framtíðar avbjóðingunum á arbeiðsmarknaðinum.

Mánadagin fer Bo Dahlbom, professari við IT-univeritetið í Gøteborg, at hava fyrilestur undir heitinum ´Digitaliseringen og fremtidens arbejdsliv – muligheder og udfordringer for fagbevægelsen.´Hann setir m.a. spurningin hvat mannalívið verður vert í framtíðarinnar samfelag, tá ið robottarnir hava yvirtikið arbeiðið, og hvørja ávirkan hetta fer at hava á fólkaræðið og leiklutin hjá fakfeløgunum.

Týsdagin verður kjak á skránni, har fakfelagsleiðarar fara at siga sína hugsan um hvat teir meta sum størstu avbjóðingarnar hjá fakfeløgunum og hvussu feløgini best kunnu møta hesum avbjóðingum.

Norðurlendska ráðstevnan fyri fakfeløg verður sett sunnudagin í auditorinum í nýggja fakfelagshúsinum Smæruni hjá Starvsmannafelagnum, sum er um at verða liðugt umbygt.

Umframt tann fakliga partin verður skipað fyri mentanarligum tiltøkum og útferðum fyri teimum útlendsku gestunum.

Norðurlendska fakfelagsráðstevnan, sum er fyri innbodnu fakfelagsfólkunum, endar um miðdagsleitið mikudagin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo