Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fyri eldraøkið er tað altíð okkara ábyrgd, at vit eru loysningssinnaði, hyggja eftir kørmunum hjá teimum eldru, kørmunum hjá starvsfólkunum, og sjálvandi teimum fíggjarligu kørmunum.

Hesar fýra súlur eru við til at halda heimið hjá okkara eldru, fjálgt og trygt. Gloyma vit eina av hesum súlum, fellur húsið saman fyrr ella seinni.

Normeringar á eldraøkinum:
Heilsuhjálparafelag Føroya hevur óteljandi ferðir, varpað ljós á hendan trupulleikan, at tað eru ov fáar hendur í røktini.

Tórshavnar kommuna hevur av sínum eintingum játtað eina meirnormering á 3 mió í ár og tað fegnast vit um, men støðan í landinum er ikki nøktandi.

Felags fyri nógv heim og økið sum heild, er at tað framvegis í nógvum førum, ikki er tíð til annað, enn persónliga røkt. Menniskja hevur tørv á øđrum enn at blíva vaskað og fáa mat í munnin.

Ein limur segði við meg, henda dagin, “tá vit so knappliga ein dag, hava tíð til onkran aktivitet við borgaranum, verður tað ofta av ongum, nettupp tí tað ikki er implementerað í gerandisdegnum”.

Alternativið um vit onki gera er, at fakliga støðið lækkar munandi og eldraøkið gerst eitt stað, har fólk koma at arbeiða, í mangul av betri.

Nøktandi karmar:
Ein heildarrøkt má veitast, til eldru borgararnar, har møguleiki og tíð er til aktivering og endurvenjing av mistum førleikum. Tíð skal vera til at ganga ein túr, lesa eina avís, halda í hond ella eitthvørt ið gevur borgaranum innihald í lívinum. Kjarnan ella lyklaorðið í røktarútbúgvingum er UMSORGAN og tískil skuldi tað verði ein sjálvfylgja, at tíð var til at veita professionella umsorgan.

Avleiđingar av manglandi normering og nøktandi karmum:
Vit hava hoyrt um ræðusøgur úr okkara grannalandi, um forráan av borgarum. Tosað hevur verið um umsorganarmøði og at verða útbrendur osfr. Hví hendur slíkt?

Tá tú sum starvsfólk skal arbeiða á ein slíkan hátt, har tað ikki er fakliga forsvarligt, at tú skal skunda tær so nógv og ikki hevur tíð til allar uppgávurnar, kanst tú blíva so troyttur og sálarliga mergsoðin, at tú gevur upp og tá ert tú komin harút, at forráan kann henda.

Tá ein lítla og onga ávirkan hevur á sín arbeiðsdag, tá elvir tað til strongd og tá byrjar ein kanska at halda frástøðu til veruleikan og skumpar alt vekk av fakligheit, og rennur, fyri at sløkkja eldar allastaðni.

Eitt dømi, tá eitt spariumfar var fyri nøkrum árum síðani, tá bleiv ein ítrivsstova niðurløgd. Ein “flúgvari” var settur ístaðin, ið skuldi “samla” búfólkini og aktivera tey. Sum viðurlag fyri ítrivsstovuna.

Seinni vildu somu starvsfólk sleppa at arbeiða 8 tímar dag, sum sáttmálin sigur, MEN tað kundi ikki lata seg gera, uttan eitt kompromis og tað var, at “taka lívið av flúgvaranum”.

Við øðrum orðum, so mátti innihaldið í gerandisdegnum hjá borgarunum ofrast, fyri at starvsfólkini kundu fáa tað tey eiga eftir sáttmálanum, ein 8 tímar arbeiðsdag.

Loysnir:
Førleikamenning er alneyðug, fyri menningina av fakinum og fyri at varðveita sína vitan og fyri at nema sær enn meira vitan. Men fer ein so aftur til arbeiðis og ikki fær arbeitt við tí vitan, ein júst hevur nomið sær, er tað burturspiltur peningur og tíð.

Eldraøkið eigur at verða lyft á eitt hægri niveau, har starvsfólk eru errin at arbeiða. Har karmarnir eru teir allarbestu, har starvsfólk mennast og trívast og ikki sum nú, í mongum førum, verða mergsogin av vantandi tíð.

Framtíðin:
Vilja vit at tað framtíðar hús, vit kalla eldraøkið, skal hava sínar fýra góðu sterku súlur, loysningssinnaða tilgongd, góðar karmar hjá teimum eldru, góðar karmar hjá starvsfólkum og góðar fíggjarligar karmar?

Mary Antonsdóttir, forkvinna
Heilsuhjálparafelag Føroya

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo