Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Summarsólstøður í Sandagerði vóru í Sandagerði í gjárkvøldið, har Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóri og formaður í mentamálanevnd Tórshavnar býráðs helt røðu.

Annfinn fegnaðist um, at vit føroyingar aftur taka av møguleikanum at samlast í hópatali, nú høvið býðst, og at vit kunnu fegnast um, at vit aftur hava fingið ein vanligan gerandisdag, har vit sjálvi kunnu gera av, hvat vit gera og hvørjum vit eru saman við.

Hann nevndi eisini, at tað eru tó eisini góð minni frá koronatíðarskeiðinum, sum vit kanska longu hava gloymt. Tað góða var, at vit øll fóru niður í gear frá einum degi til annan. Kanska var hetta harðliga tiltrongt í eini tíð, har vit øll kappast við tíðina.

- Haldi vit øll við jøvnum millumbilum skulu geva okkum loyvi til at steðga á eina løtu, og hugsa um, hvat vit brúka okkara dýrabæru tíð til, og verða meira tilvitað um, hvussu nógv vit fylla í okkara kalendarar. Tað skylda vit okkum sjálvum og okkara eftirkomarum.   

- Vit eru sanniliga heppin at búgva í Føroyum. Lat okkum ikki gloyma tað. Tað er so vakurt her á Føroya Landi, nú hagin grønkar og grønar nálir spíra í líðum og gjáum, eins og vakra fuglaljóði hoyrist í haga aftur.

- Vøkru ljósu summarkvøldini og ikki minst næturnar í Føroyum eru ikki sørt ævintýrakendar við vøkrum fuglaljóði og litum av alskyns slagi. Neyvan upplivir tú vakrari aðrastaðni í heiminum. Tað er altíð serligur dámur hesa tíðina, nú nýfloygdu pisurnar í sínum serføroysku húgvum eru partur av býarmyndini. Ein lívsjáttandi sjón.

- Pisurnar minna okkum á ungdómsins vár.  Øll, sum hava roynt hetta, minnast helst aftur á tíðina, tá ein sjálvur slapp at vera pisa. Lívið var herligt og nokk so ókompliserað -  sæð í bakspeglinum.

- Góðu pisur, hjartaliga tillukku. Njótið løtuna og verið góð við tykkum sjálvi og tykkara kæru. Fyri framman liggja nakrar festligir dagar og eitt sindur longri frammi nøkur val, tit skulu taka. Eg vil nýta høvið til at ynskja tykkum øllum, alt tað besta víðari á lívsleiðini.

- Nøkur tykkara velja helst at fara av landinum, meðan onnur velja at verða verandi. Vælsignaði komið heimaftur til okkum! Hetta vakra landið og hesin vakri býurin hava so ómetaliga nógv gott at bjóða okkara borgarum.

- Fyri fáum árum síðani tosaðu vit um Exit-Føroyar, men við miðvísum arbeiðið hevur tað eydnast at venda gongdini soleiðis, at ung fólk velja Føroyar til. Høvuðsstaðurin er í dag ikki sørt stórbýarkendur.

- Vit hava í dag ein røð av fjølbroyttum mentanar- og frítðartilboðum at bjóða og  borgarin hevur ein hóp av mat- og kaffistovum í at velja. Hetta setir nútíðar borgarin prís uppá, og er viðvirkandi til, at alsamt fleiri ung velja Føroyar til. Hetta skulu vit fegnast um, men vit eiga tó ikki at dvølja her.

- Vit mugu áhaldandi arbeiða við at útvikla býin til eitt enn betri stað at búgva og virka í. Vit mugu gera alt fyri at skapa trivnað bæði sosialt, mentunarliga eins og vit stimbra og betra um okkara tænastur – tí her skal vera gott at búgva.

- Hetta krevur, at vit politikarar tora at taka avgerðir, sum flyta býin fram á leið, so okkara høvuðsstaður hevur alt tað, sum ein høvuðsstaður eigur at kunna bjóða. Men tað krevur so sanniliga eisini, at vinnulívið, ítróttarfeløg og aðrir felagsskapir gera sítt soleiðis, at vit í felag kunnu lyfta Tórshavnar kommunu fram, og saman vinna kappingina við størru býirnar í londunum rundanum okkum um okkara dýrabærasta tilfeingið – ungdómin.

- Støðan í Europa er spent, og hetta merkist eisini í okkara gerandisdegi. Vit kenna longu sviðan av høga prísinum á olju og matvørum, og hoyra eisini um ávegis rentuhækkingar. Hetta merkist hjá vanliga húsarhaldinum.

- Tað er ikki ókent her hjá okkum at fíggjarstøðan broytist, og tað er heldur ikki ókent, at vit mugu laga okkum til nýggjar avbjóðingar. Tað er umráðandi ikki at falla í fátt og at lata stúranina vinna á vónini, hóast støðan er heldur ófrættakend í løtuni.

- Vit hoyra dag og dagliga um neyðars menniskju, sum líða undir politiska valdsstríðnum í Ukraina, og sum mugu flýggja frá heimi og familju til onnur ókend lond, sum standa klár at taka ímóti og fevna hesum menniskjum. Tíbetur hava vit eisini í Føroyum valt at taka ímóti ukrainum.

- Eg vil nýta høvið til at takka øllum tykkum, sum eiga ein lut í, at tað uppá rímuliga stutta tíð hevur eydnast okkum at stápla skipanir uppá beinini, sum megna at lofta hesum óseku menniskjum. Vit skulu ikki renna undan veruleikanum, men vit eiga at trúgva upp á eina framtíð har, okkara grundleggjandi dýrabæru virði, frælsi og fólkaræði, framhaldandi eru okkara stavnshald.

- Vit mugu verja hesi virði og ikki lata okkum hoykna undir trýstinum, nú einaræði ger seg inn á fólkaræði í londum, sum ikki liggja langt frá okkum. Vit eiga framhaldandi at liva og virka í frið við okkara medmenniskju, soleiðis, at gerandisdagurin er  merktur av tryggleika, og vit kunna við rættum ryggi og stoltleika seta okkara førning av til okkara komandi ættarlið at bera víðari og byggja uppá.

- Tað er hugaligt at síggja at heimurin aftur er opin. Fyri framman stendur summarfrítíðin og nógv eru helst, sum velja at fara av landinum at njóta dýrabæru frídagarnar saman við sínum kæru. Tað er altíð gott at fara út at síggja og uppliva onnur lond, fólkasløg og aðrar mentanir, men best er helst løtan, tá man aftur leggur at bryggju í Havn ella lendir í Sørvági. Úti er gott, men heima er best.

- Tað er eisini gleðiligt at síggja tey mongu ferðafólkini, sum hava fingið eyga á nattúruperluna mitt í Atlantshavinum, og sum hava valt at koma at vitja okkum í Føroyum. Ferðafólkini síggjast í býarmyndini í Havn og eisini í bygdunum kring landið. Vit eiga at taka væl ímóti teimum og vísa teimum okkara land og vísa teimum, at vit sjálvi eru góð við okkara náttúru.

- Grundarlagið undir nýggja ferðavinnupolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu við heitinum “Fólk og ferðavinna – lið um lið” er fyrst og fremst, at í Tórshavnar kommunu skal vera gott at búgva – í dag, um fimm ár og hjá komandi ættarliðum. Tað skal vera mín vón, at vit náa hesum máli og lat meg siga sum er, at eg vænti, at Tórshavnar kommuna og Føroyar sum heild framhaldandi verður eitt tað besta staðið í heiminum at búgva og virka í.

- At enda vil eg ynskja øllum eitt gott summar og takka fyri at tit lýddu á. Vónandi fáa tit eitt framhaldandi gott summarkvøld her í Sandagerði, segði Annfinn Brekkstein m.a.

Sí fleiri myndir her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo