Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Umboðsmaðurin: Í februar og mars mánaði í ár vitjaði umboðsmaðurin á deildum í Trivnaðareind 10 hjá Almannaverkinum. Deildirnar taka ímóti børnum og ungum, sum eru umsorganaryvirtikin.

Vitjanirnar fevndu um Móttøkudeildina í Lágni 12 í Havn, Nýggjustovu og Trappustovu í Pedda við Steingøta 10 í Havn og deildina Argjaboðagøtu í Argjaboðagøtu 7 á Argjum.

Endamálið við vitjanunum var at eftirmeta eftirlitsvitjanir hjá umboðsmanninum í Trivnaðareind 10 í november 2017 og tilmælini, sum vórðu givin tá.

Á vitjanunum hesaferð varð dentur serliga lagdur á fysisku karmarnar hjá deildunum. Harumframt varð m.a. hugt at leiðslubygnaðinum, starvsfólkaviðurskiftunum, harðskapi, samanseting av børnum og skúlagongdini hjá børnunum. 

Umboðsmaðurin kom til ta niðurstøðu, at tað framvegis eru álvarsligir trupulleikar í Trivnaðareind 10. Umboðsmaðurin kom við niðanfyristandandi tilmælum:

Leiðslubygnaðurin
Starvsfólkini í Móttøkudeildini og á deildunum í Pedda við Steingøtu søgdu seg vera nøgd við núverandi leiðslubygnað og samskiftið við leiðsluna, meðan starvsfólkini á deildini í Argjaboðagøtu als ikki vóru nøgd við verandi leiðslu og leiðslubygnað og samskiftið við leiðsluna. 

Almannaverkið upplýsti, at Almannaverkið hevur sett ymisk átøk í verk, sum skulu stuðla undir fakliga og positiva menning í Trivnaðareind 10 og bøta um samstarvið, álitið og samskiftið millum leiðslu og starvsfólk.

Umboðsmaðurin mælti til at átøkini halda fram og verða ment. Umboðsmaðurin bað Almannaverkið tryggja, at samskiftið millum starvsfólk og leiðsluna gongur skjótt, virðiligt og í sátt og semju, soleiðis at m.a. týðandi boð frá starvsfólkum um trupulleikar á deild í Trivnaðareind 10 náa ovastu leiðslu í Almannaverkinum, meðan tíð er.

Starvsfólkaviðurskifti
Starvsfólkini á Móttøkudeildini og deildunum í Pedda við Steingøtu vóru sum heild nøgd við síni viðurskifti, meðan starvsfólkini á deildini í Argjaboðagøtu als ikki vóru nøgd við síni viðurskifti. Hetta hevði við sær, at stór útskifting var av starvsfólki. Nýggju starvsfólkini vóru í nøkrum førum ófaklærd og óroynd og bara sett fyri eitt styttri tíðarskeið. 

Almannaverkið upplýsti, at dentur verður lagdur á at hava ein tvørfakligan starvsfólkahóp og at førleikamenna starvsfólkini, at innleiðsluætlan er fyri nýggj starvsfólk, at fastur sálarfrøðingur er settur í starv í Trivnaðareind 10, og at átøk eru sett í verk fyri at bøta um starvsfólkaviðurskiftini í Argjaboðagøtu. 

Umboðsmaðurin helt, at starvsfólkaviðurskiftini í Argjaboðagøtu økja um vandan fyri, at deildin ikki hevur tann førleika, sum skal til, fyri at børnini føla seg trygg og verða ment á rættan hátt. Umboðsmaðurin mælti Almannaverkinum til at taka serligt atlit at starvsfólkaviðurskiftunum og samskiftinum við starvsfólkini í Argjaboðagøtu og saman við starvsfólkunum at eftirmeta, um átøkini, sum eru sett í verk í Argjaboðagøtu, eru nøktandi fyri trivnaðin hjá starvsfólkunum.

Harðskapur
Harðskapurin var øktur munandi, serliga á deildini í Argjaboðagøtu.

Almannaverkið upplýsti, at greið mannagongd er fyri handfaring av harðskapi, at starvsfólkini fáa ráðgeving aftaná harðskapstilburðir, og at Almannaverkið áhaldandi arbeiðir við at minka um og fyribyrgja harðskapsstøður.  

Umboðsmaðurin helt, at tvístøður og øktur harðskapur stendst av eini samanseting av ymiskum viðurskiftum, eitt nú, hvussu tey børn, sum í løtuni eru í Trivnaðareind 10, eru fyri, óhóskandi fysiskum kørmum, óhepnari samanseting av børnum og ótryggleika hjá børnunum vegna títta útskifting av starvsfólki. Umboðsmaðurin mælti Almannaverkinum til framhaldandi at arbeiða við at minka um harðskapstilburðir í Trivnaðareind 10 við at seta neyðug tiltøk í verk fyri at royna at fáa talið av harðskapstilburðum niður, serliga í Argjaboðagøtu.

Samanseting av børnum
Bæði starvsfólk, avvarðandi og børnini sjálvi vístu á, at børn búðu saman við øðrum børnum, sum tey ikki ynsktu at búgva saman við ella ikki hóskaðu at búgva saman við. 

Almannaverkið upplýsti, at samansetingin av børnum er ein avbjóðing, tí bólkurin av børnum broytist alla tíðina við, at børn verða skrivað inn á og út av stovninum. Almannaverkið helt tað ikki bera til at leggja til rættis yvir tíð, at børnini í hvørjum bólki trívast við hvørjum øðrum og passa saman í mun til aldur v.m. uttan at flyta verandi børn millum deildirnar, og at hetta er eitt alt ov stórt inntriv í lívið hjá børnunum.

Umboðsmaðurin vísti á, at samansetingin av børnum í fleiri førum er óheppin. Okkurt barn býr í Trivnaðareind 10, sum ikki eigur at búð har, tí Trivnaðareind 10 kann ikki nøkta tørv barnsins. Samansetingin av børnum hevur við sær, at vandin fyri harðskapi økist og harvið eisini mistrivnaðurin hjá børnum og starvsfólki. Umboðsmaðurin er varugur við, at m.a. verandi fysisku karmar í Trivnaðareind 10 gera tað torført hjá Almannaverkinum at fáa samansetingina av børnum at virka betri, men vísti samstundis á, at tey flestu av teimum børnum, sum búðu í Trivnaðareind 10 í november 2017 framvegis búgva har.

Umboðsmaðurin vísti á frágreiðing sína frá eftirlitsvitjanunum í november 2017. Tá vísti umboðsmaðurin á, at ein av fortreytunum fyri, at viðgerðin av børnunum skal eydnast, er, at karmarnir eru í lagi. Tað eigur at vera møguligt at bólka børnini í betri hóskandi eindir, bæði viðvíkjandi, aldri, stødd og sjúkuavgerðum. Børnini eiga at búgva á tí deild, sum hóskar best til teirra tørv, soleiðis at uppihaldið á stovninum verður so støðugt og væleydnað sum til ber. 

Umboðsmaðurin minti á grein 12 í Barnarættindasáttmálanum, um barnsins rætt til at verða hoyrt í øllum viðurskiftunum, sum viðvíkur barninum, og at hetta eisini er galdandi í sambandi við búviðurskiftini hjá børnunum. Umboðsmaðurin mælti Almannaverkinum til regluliga at meta um, hvørt børn eru í Trivnaðareind 10, sum hava tørv á øðrum bútilboði. Umboðsmaðurin mælti eisini til, at døgnstovnur verður settur á stovn fyri børn, sum hava so serligan tørv, at Trivnaðareind 10 ikki klárar at nøkta hann.

Skúlatilboð
Børnini í Trivnaðareind 10 høvdu ymisk skúlatilboð. Upplýst varð, at eitt av børnunum bara fekk avmarkaða heimaundirvísing, meðan eitt annað av børnunum, sum gekk í serflokki í fólkaskúlanum, hvørki dugdi at skriva ella rokna. 

Undirvísingarstýrið upplýsti, at bíðitíð kann koma fyri, tá serlig fyriskipan skal setast í verk í sambandi við skúlagongd hjá einum barni, m.a. tí fólk skulu setast til uppgávuna. Undirvísingarstýrið tryggjar sær, at tey børn sum koma undir heima- og sjúkraundirvísing, eru innskrivað og knýtt afturat einum skúla. Skúlin hevur ábyrgdina av, at undirvísingin verður skipað, at skikkað fólk verður sett til uppgávuna, og skúlin svarar fyri innihaldi, dygd og eftirmeting av undirvísingini. Undirvísingarstýrið upplýsti eisini, at tað tíverri eru børn, ið eru so illa fyri, at tey illa ella als ikki megna tað, ið námsætlanin leggur upp til, men at vandin fyri slíkum dømum er minni nú enn áður, tí serøkið nú er munandi styrkt við fleiri sertilboðum og serútbúnum lærarum í skúlunum.

Umboðsmaðurin vísti á, at tá myndugleikarnir yvirtaka umsorganina fyri einum barni, átaka myndugleikarnir sær samstundis ábyrgdina av, at barnið fær nøktandi undirvísing. Umsorganarsvikin børn eru millum tey veikastu børnini í samfelagnum og eru ofta afturúr skúlaliga, tá tey koma á stovn ella til fosturs. Tí skulu eyka stór tøk takast viðvíkjandi undirvísing og skúlagongd hjá teimum. Nøktandi undirvísing, sum í minsta lagi førir til eitt fólkaskúlaprógv, er ein fyritreyt fyri, at barnið kann fáa eina útbúgving, soleiðis at tað kann uppihalda sær sjálvum sum vaksin. Tað hevur tí álvarsligar avleiðingar fyri børn, um tey ikki fáa nøktandi undirvísing.

Umboðsmaðurin minti á, at sambært grein 28 í Barnarættindasáttmálanum skulu myndugleikarnir viðurkenna barnsins rætt til útbúgving og skulu m.a. gera barnaskúlafrálæru kravda og eggja til, at ymsar útbúgvingar verða mentar eftir barnaskúlan, m.a. vanlig og yrkislig útbúgving, og gera tær atkomuligar og møguligar hjá øllum børnum.

Umboðsmaðurin vísti á tilmæli sítt í sambandi við eftirlitsvitjanirnar í 2017 um, at ein ítøkilig meting eigur at verða gjørd, um skúlatilboðið hjá hvørjum einstøkum barni í Trivnaðareind 10 er nøktandi. Umboðsmaðurin mælti til, at Undirvísingarstýrið, sum rakstrarlig umsiting av fólkaskúlanum, tryggjar, at skipanin við serligum fyriskipanum er smidlig, soleiðis at tað slepst undan bíðitíð. Umboðsmaðurin mælti eisini Undirvísingarstýrinum til at tryggja, at útbyggingin á serøkinum við fleiri sertilboðum og serútbúnum lærarum framhaldandi verður styrkt, og at skúlarnir síggja til, at tey børn, sum fáa heima- og sjúkraundirvísing, fáa nøktandi úrtøku av undirvísingini.

Viðgerðarætlanir
Umboðsmaðurin helt, at námsfrøðiligu viðgerðarætlanirnar hjá børnunum vóru ov lítið ítøkiligar. Umboðsmaðurin helt tað vera alneyðugt, at viðgerðarætlanirnar eru ítøkiligar, at starvsfólkini fylgja teimum, og tær javnan verða eftirmettar, um børnini skulu mennast á besta hátt. Umboðsmaðurin minti á grein 25 í Barnarættindasáttmálanum, sum ásetur, at børn, sum eru sett heiman fyri at fáa røkt, vernd ella viðgerð fyri at bøta um kropsligu ella sálarligu heilsuna, hava rætt til við millumbilum at fáa eina meting av tí viðgerð, sum barnið fær, og allar aðrar umstøður viðvíkjandi tí, at tað er sett heiman. 

Almannaverkið upplýsti, at nýggjur frymil fyri námsfrøðiliga viðgerðarætlan er settur í verk sum amboð, og at dato er ásett á frymlinum fyri nær eftirmeting og dagføring skal gerast.

Umboðsmaðurin mælti Almannaverkinum til at tryggja, at viðgerðarætlanirnar eru nóg ítøkiligar, at tær verða fylgdar, og at tær verða eftirmettar, sum ásett er á frymlinum. 

Samskifti við avvarandi
Fleiri av teimum avvarðandi at børnunum, serliga í Argjaboðagøtu, vóru ónøgd við samskifti við starvsfólkini og vantandi kunning um børnini.

Umboðsmaðurin helt tað hava stóran týdning fyri trivnaðin og tryggleikan hjá børnunum, at kunningin og samskifti millum teirra avvarðandi og deildina, har tey búgva, er gott.

Almannaverkið upplýsti, at dentur verður lagdur á, at foreldur og avvarðandi fáa rætta kunning, at gott samskifti er millum Almannaverkið og foreldur/avvarðandi, og at Almannaverkið framyvir fer at arbeiða fyri at leggja enn meira dent á foreldrasamskifti.

Umboðsmaðurin mælti Almannaverkinum til framhaldandi at leggja dent á kunning og samskifti við tey avvarðandi at børnunum og regluliga at meta um, saman við teimum avvarðandi, um kunning og samskifti eru nøktandi.

Fysisku karmarnir
Samanumtikið helt umboðsmaðurin ikki, at fysisku karmarnir í Trivnaðareind 10 eru nøktandi.
Umboðsmaðurin helt, at húsið, har Móttøkudeildin heldur til, sær út til at virka til endamálið, meðan bygningurin í Pedda við Steingøtu hóskar illa til endamálið, og at húsið í Argjaboðagøtu 7 er óegnað til endamálið. Umboðsmaðurin helt ikki, at deildirnar hava nøktandi uttanumøkir, og vísti á, at døgnstovnar fyri børn eiga at hava vælútgjørt og mennandi uttandura spælipláss, sum m.a. stimbrar børnini í at røra seg meira.

Almannaverkið hevur boðað frá, at Trivnaðareind 10 flytur úr Argjaboðagøtu 7 fyrst í komandi ári.

Í sambandi við eftirlitvitjanirnar í 2017 vísti umboðsmaðurin á, at bæði børn og starvsfólk í Trivnaðareind 10 hava tørv á støðugleika fyri at føla seg trygg og kunna virka til fulnar í gerandisdegnum, og at hetta ikki minst er galdandi fyri børn, sum hava verið fyri umsorganarsvíki og ofta hava livað eitt umflakkandi lív. Núverandi fysisku karmarnir í Trivnaðareind 10 gera, at deildirnar javnan mugu flyta í nýggj hús, og hetta stressar bæði børn og starvsfólk. Undir vitjanunum í Trivnaðareind 10 vístu fleiri børn á, at teimum tørvaðu meiri frið á deildini, har tey búðu. Samstundis vístu starvsfólk á, at harðskapur javnan kemur fyri, og at fysisku karmarnir gera tað torført at skýla børnini í slíkum støðum. Umboðsmaðurin helt hetta benda á, at smærri eindir eru mest hóskandi í Trivnaðareind 10.

Umboðsmaðurin helt tað vera eitt samanspæl av viðurskiftum, sum avger, um uppihaldið hjá børnum í Trivnaðareind 10 verður væleydnað. Hesir faktorar eru m.a. góðir fysiskir karmar, samanseting av børnum, góð leiðsla, góð starvsfólkaviðurskifti, og at starvsfólkini hava góðar førleikar og rættan hugburð til arbeiðið. Góðir fysiskir karmar lætta um arbeiðið hjá starvsfólkunum at veita børnunum umsorgan og viðgerð og hækka harvið um trivnaðin hjá bæði starvsfólkum og børnum. Nøgdsemi hjá starvsfólkunum hevur við sær støðugleika í starvsfólkahópinum, soleiðis at sosialu sambondini millum starvsfólk og børn verða varðveitt, og at starvsfólkaførleikarnir verða varðveittir á stovninum. Góðir fysiskir karmar gera tað eisini møguligt at fáa eina betri samanseting av børnum, soleiðis at vandin fyri harðskapsstøðum minkar.

Umboðsmaðurin vísti á meting sína í sambandi við eftirlitsvitjanirnar í november 2017, har umboðsmaðurin metti, at stórur tørvur er á nútíðarhóskandi barnaheimi, so børnini kunnu fáa tær umstøður og ta viðgerð, tey hava tørv á. Umboðsmaðurin minti samstundis á, at tá myndugleikarnir taka avgerð um at taka eitt barn úr heiminum vegna umsorganarsvík, yvirtaka myndugleikarnir samstundis umsorganarábyrgdina av barninum. Sambært grein 20, stk. 1 í Barnarættindasáttmálanum hava børn, sum myndugleikarnir hava yvirtikið umsorganina fyri, rætt til serliga vernd og stuðul frá landsins myndugleikum.

Almannamálaráðið hevur upplýst, at ætlanin at byggja nýtt barnaheim ikki er slept, men at tað í løtuni verður arbeitt við tillagingum av ætlanini.
(LUM 19/00108)

Frágreiðingin kann lesast her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo