Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Heilsumálaráðið: Í løtuni er eingin føroyingur staðfestur smittaður við coronasmittuni. Hetta byggir á í alt 9.084 kanningar. 

Tað upplýsir Landslæknin, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Í alt hava 187 føroyingar fingið staðfest coronasmittuna, og allir 187 eru staðfestir frískir. 

98 kanningar vórðu gjørdar í gjár, og allar kanningarnar vóru negativar. Eingin nýggjur smittutilburður er staðfestur í Føroyum síðani 22. apríl. Sostatt hevur eingin fingið staðfest smittu í teimum seinastu 2.814 kanningunum.

Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.

Í dag er Kristi himmalsferðardagur, og ongar kanningar verða gjørdar í dag. Næstu ferð, nýggj kanningarúrslit verða almannakunngjørd, verður tí leygardagin tann 23. mai.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo