Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Skt. Jósefs Barnagarður hevði fyri nøkrum døgum síðan 90 ára stovningardag, og í gjár løgdu umboð fyri “Association sans but lucrative des Franciscaines Missionnaires de Marie framvið ráðhúsið, har borgarstjórin og varaborgarstjórin tóku ímóti.

Umframt at hugleiða um drúgva virkið hjá nunnunum við barnagarði og skúla í Havn, vóru ørindini at tosa um ætlanina at umbyggja og dagføra Skt. Jósefs Barnagarð.

Í nógv ár hevur Skt. Jósefs Barnagarður verið barnagarður fyri børn í 3 til 6 ára aldri, tá flestu teirra eru farin víðari í forskúla í Skt. Frans skúla.

Nú verður virksemið á stovninum skipað við tveimum vøggustovum og tveimum barnagarðsstovum, og neyðugt er í tí gera ymsar broytingar í bygninginum.

Ætlanin er, at kommunan tekur lut í hesum arbeiði, og verður hetta viðgjørt í býráðnum seinni í heyst.

Á ovastu myndini síggjast Louisa Smets saman við Hildu Vantomme úr Belgia og Laetitiu Chevallier úr Fraklandi saman við Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóra, og Heðin Mortensen, borgarstjóra.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo