Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Harðskapurin er nú vorðin so ógvusligur undir kappingini um at gerast evropameistari í fótbólti, at vertslandið Frankaríki mælir til at forboð verður sett fyri skeinking har sum dystirnir verða leiktir.

Fleiri ógvusligir tilburðir hava verið, har fólk eru komin álvarsliga til skaða av púra ómotiveraðum harðskapi í samband við dystirnar.

BBC skrivar, at bretar hava bjóðað sær til at senda løgreglulið til at hjálpa fransmonnum at halda skil á ófriðarkroppunum. Sambært BBC hava onkrir býir longu tikið avgerð um, at vertshús og kafeir ikki sleppa at selja drykkir við alkoholi so leingi sum EM er.

Sambært The Independent var harðskapurin sum russiskir ófriðarkroppar framdu ímóti bretskum viðhaldsfólki væl fyrireikaður. Einir 300 "hooligans" komu í bussum, ílætnir svartar T-troyggjur og vápnaðir við ymsum at sláa við. Á áskoðaraplássunum vóru russararnir týðuliga minst líka áhugaðir í at berjast sum at hyggja eftir fótbólti, og bretar noyddust at flýggja yvir háls og herðar fyri at bjarga sær (myndin).

Uefa fer nú at taka støðu til, um Russland skal sleppa at halda fram í kappingini, vegna syndarliga atburðin hjá russisku viðhaldsfólkunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo