Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ein nýggj lóg sum forbjóðar sølu av frukt og grønmeti sum er pakkað inn í plast, er í dag komin í gildi í Frankaríki.

Emmanuel Macron, forseti, hevur kallað forboðið fyri "eina sanna kollvelting" og hann hevur eisini sagt, at Frankaríki ætlar at banna øllum plastvørum í seinasta lagi í 2040.

Higartil er ein triðingur av øllum grønmeti og allari frukt í Frankaríki selt í onkrum slagi av plastpakningi, men tað skal so nú broytast. Undantøk eru tó, eitt nú tá talan er um vøru í heilsølu, ella vøru sum er skorin ella á annan hátt tilvirkað.

Frankaríki hevur longu forbjóðað eitt nú súgvipípum og skaffigreiðum sum eru gjørd úr plasti. Seinni í ár verður krav at fleiri drekkikranar skulu setast upp á almennum støðum, so fólk, sum eru tyst, ikki skulu noyðast ganga við vatnfløskum úr plasti.

Fleiri onnur ES lond, eitt nú Spania, væntast at fara at ganga í fótasporunum hjá Frankaríki komandi árini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo