Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

SynergiEin ørgrynna av møguleikum liggja í góðu taluni

Tað er ikki altíð fragd at halda røðu. Kanningar benda á, at næst eftir deyðan, óttast vit at tala fyri einari stórari fjøld. Soleiðis nýtist ikki at vera. Tilmeldingarfreistin til skeiðið í retorikki fyri leiðarar er í dag 3. mai.

Skeiðið er ein av Toppskorarunum hjá Synergi, sum fær framúrskarandi eftirmetingar. Melda til á www.synergi.fo

Tú kanst stýra, hvønn veg tingini skulu fara

Ein ørgrynna av møguleikum liggja í góðu taluni. Við taluni ert tað tú, sum stýrir, hvønn veg tingini skulu fara..

Slíkar talur hava strategiskar møguleikar – men so mást tú duga tungusnild. Og skilja sambandið millum leiðslu og leiðaratalu. Tað er eitt handverk at læra at halda munagóðar leiðaratalur: Við ástøðiligum innliti, cases og praktiskari venjing gevur skeiðið 15. og 16. mai nútímans leiðaranum, almennum og privatum, eina innleiðslu í góðu leiðarataluna.  

Hvønn er skeiðið til
Skeiðið er til allar leiðarar, bæði almennar og privatar: leiðarar í stórum og smáum fyritøkum, bólkaleiðarar, leiðarar í heilsuverkinum, skúlaleiðarar og leiðarar innan løgreglu og umsiting. Politiskir leiðarar og óformlig fyristøðufólk í feløgum, rørslum og sjálvbodnum felagsskapum. Øll sløg av avgerðartakarum, sum skulu seta fólk í gongd og fyri teg, sum hevur áhuga í evninum.

Undirvísarar | 2 tungir dreingir

https://youtu.be/SreePMDQbWs

Jonas Gabrielsen, Ph.d. frá CBS, í dag lektari í retorikki á RUC. Jonas hevur sergrein í leiðsluretorikki, og í fleiri ár hevur hann undirvíst virkandi leiðarum í inn- og útlandi. Hann hevur fingið árligu undirvísingarvirðislønina frá CBS fyri miðlan. Hann hevur skrivað bøkur og greinir um Retorik, og í 2014 gav hann út tekstasavnið ‘Ledere, der taler – Taler, der leder’ (Frydenlund Academic).

Kell Jarner Rasmussen, hevur lisið retorikk við Universitetið í Keypmannahavn. Hann er adm. stjóri í Rhetor. Kell hevur síðan 2001 undirvíst, ráðgivið og vant leiðarar í retorikki, og skrivað røður fyri toppleiðarar í danska vinnulívinum og yrkisrørslunum. Hann er dómari í altjóða røðuvirðislønini Cicero Speechwriting Awards.

Tekning HER har tú eisini kanst síggja lítið videobrot, har luttakarar úttala seg um skeiðið.

Pláss er bert fyri 16 luttakarum. pláss eru eftir!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo