Ljós hevur ikki sæð myrkur
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

07 Vestur: Fríði Sandberg Joensen hevur verið ein av týðningarmiklastu leikarunum á 2. liði í ár hjá 07 Vestur, og 20-ára gamli miðvingurin hevur nú eisini undirskrivað sáttmála fyri 2018.

Fríði spældi 17 av 18 dystum á liðnum sum spældi seg upp á 5. pláss í 2. deild. Fríði spælur vanliga á verjukendum plássum, men honum eyðnaðist eisini at skjót 3 mál.

Seinastu árini hevur Fríði tikið fetini úr unglingum yvir í vaksnamannafótbólt, og, sum sagt, var hann ein av stuðulsleikarunum á 2. liði í fjør.

Komandi árið verður spennandi at fylgja við, um hann klárar at sannføra nýggja venjaran um, at hann eigur pláss í EFFO-deildini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo