

Tað hevur verið lítið at gjørt hjá løgregluni síðstu nátt. Burtursæð frá onkrum "sprittara" sum tað eitur á politimáli tá fólk í fyllskapi ikki hava tamarhald á egnari vælferð, og noyðast at fáa hjálp, so hevur púrt onki verið at gjørt, upplýsir vakthavandi.
Hann heldur, at tað hongur saman við avmarkingunum í náttarlívinum, har eitt nú skonkistøð hava fingið álagt at lata fyrr aftur enn vanligt.
- Hesar ásetingarnar fara úr gildi nú á midnátt, og eg kann ímynda mær, at ávísur samanhangur er ímillum nær stongt verður, og hvussu nógv vit hava at gera um næturnar í vikuskiftinum, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn við VP.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo