Brot á skilhaldsreglurnar og onkur smávegis húsaófriður er at kalla tað einasta sum er at finna í døgnrapportini hjá politinum seinasta samdøgur.
- Ein maður fær bót fyri at bera seg skeivt at í náttarlívinum, tað er tað sum á politimáli eitur brot á skilhaldsreglurnar. Í einum føri vóru vit kallaði út til húsaófrið, men vit mangla at gera onkra avhoyring afturat, áðrenn vit vita, um tað verður til nakað mál, sigur vakthavandi.
Um vikuskifti var eisini eitt átak hjá politinum sum snúði seg um at steðga bilførarum sum koyrdu ávirkaðir av rúsdrekka. Ein bilførari endaði í tí felluni, og verður skuldsettur sambært lógini.
Eitt annað mál, sum eftir øllum at døma fyllir nakað hjá politinum, men sum vakthavandi ikki er so tíðindafróður um, er, at fólk ringja til alarmsentralin uttan at hava nøkur ørindi har.
- Tað órógvar arbeiðið og ger, at vit ikki fáa hugsavna okkum um tær álvarsligu uppgávurnar, sum vit av og á fáa, er stutta viðmerkingin til tann spurningin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo