Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tað var friðarligt kring um í landinum annað jólakvøld.

Frá politinum frættist, at lítið av fólki var í býnum í Havn, tí har hevði náttarlívið gjørt av at stongja eftir tilmælunum. Men í Klaksvík var opið, og har var nakað av fólki í býnum. Eitt mál um harðskap verður kannað nærri og fólk skulu avhoyrast í dag, sigur vakthavandi.

Tveir bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra við kenning, annar í Streymoynni, hin í Eysturoynni.

Ein maður í Havn var farin inn í eini hús, har hann onki hevði at gera. Hann var ófólkaligur og vildi ikki fara á dyr. Politiið tók mannin, sum var fullur, við sær á støðina, og hann svevur nú rúsin av sær í politikjallaranum.

- Hann fær bót fyri brot á skilhaldsreglurnar, sigur vakthavandi.

Eitt fólk er handtikið í samband við stuldurin á Zarepta um jólini. Viðkomandi hevur játtað seg sekan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo