Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ein persónur er skrivaður í døgnrapportina hjá politinum fyri at bróta skilhaldsreglurnar. Hann kastaði eina øldós eftir einum bili, og tað skal man ikki gera, tí fær hann eina heilsan frá øvrigheitini við boðum um at gjalda eina bót, so verður ikki meira tosað um tað.

Ein maður, sum var vorðin svangur, fór inn á eina pitsamatstovu at keypa sær okkurt at eta, men um bíðitíðin var ov long ella hann bara hevði nakað nógv innanborða, sigur søgan onki um. Í øllum førum sovnaði maðurin áðrenn maturin kom, og tá starvsfólkið royndi at vekja hann, gjørdist hann so frá sær sjálvum, at tey ræddust og noyddust at boðsenda løgregluni at hjálpa sær. Eisini í hesum førinum spældi alt kortini væl av í síðsta enda, sigur vakthavandi á politistøðini.

Bæði í Havn og Klaksvík vóru nógv fólk í býnum, men klokkan fimm vóru øll farin heim, og politiið kundi staðfesta, at um ikki alt, so tað mesta var gingið væl.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo