Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tað var sera friðarligt í býnum í Havn síðstu nátt. Tað sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.

- Burtursæð frá onkrum sjúkrabili sum vit sendu eftir onkrum sum var dottin, so var alt sera friðarligt.

Sostatt munnu tey ballingarglaðu hava gjørt burturav sær á ólavsøku, sum júst er farin aftur um bak, kann ein niðurstøða kanska vera.

Brunaserfrøðingar úr Danmark eru á veg til Føroya, teir skulu fyrst og fremst kanna bussin sum eldur kom í á Karlamagnusarbreyt herfyri.

- Tað er tryggingin sum hevur umbiðið kanningina, og nú viðkomandi er her, fer hann helst eisini at hyggja at húsunum sum brendu á Velbastað í gjár, tó at tað neyvan er nakar ivi um hvør orsøkin var í tí førinum, sigur vakthavandi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo