Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tað var samanum tikið friðarligt nú um ársskiftið, burtursæð frá nøkrum málum um rúsdrekkakoyring og linan harðskap. Tað eru boðini frá politigarðinum í Havn.

Í fýra førum eru bilførarar tiknir fyri at koyra bil ávirkaðir av rúsdrekka.

Eitt mál verður eisini skrivað um harðskap, framdur í býarlívinum.

Á Oyggjarvegnum var sera hált, og har fóru tveir bilar útav vegnum.

- Og so er tað ikki óvanligt, at fólk ringja og klaga um levind og gang, oftast er tað grannar ella onnur í húskinum sum boða frá. Tað er ikki rætt altíð at kalla tað húsaófrið, tí tað er ikki altíð, at fólk eru so ósamd, tey hoyrast bara betri, enn onnur brýggja seg um. So fara vit á staðið og sissa partarnar, og sum oftast er ikki neyðugt at gera meira enn tað, sigur vakthavandi á politigarðinum í Havn við VP.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo