Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Sum heild hevur vikuskiftið verið stak friðarligt, frættist av politigarðinum í Havn.

- Her hevur verið lítið at gera, sigur vakthavandi, tá VP spyr.

Treyðugt so, tað er altíð okkurt, og hetta vikuskiftið er tað hent, at nakrir bilførarar eru tiknir fyri at koyra nakað skjótari enn loyvt er, bæði í bygdum og óbygdum øki.

- Onkur skal eisini til eftiransandi koyriroynd av tí sama, sigur vakthavandi.

Eitt annað, sum er afturvendandi í døgnrapportini hjá politinum er, at fólk koyra bil og halda eini fartelefon upp til oyrað samstundis, og tað er ikki loyvt.

Ein unglingi er eisini tikin fyri at koyra uttan koyrikort og eisini við eini promillu, so hann verður nú skuldsettur fyri bæði lógarbrotini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo