Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í sambandi við, at “Alt í Land” verkætlanin er liðug, verður hon løgd fram fríggjadagin 16. september á Østrøm í Havn.

Verkætlanin varð sett í verk í juni 2015 í sambandi við danska formansskapin í norðurlendska ráðharraráðnum, har føroyska Fiskimálaráðið hevur ábyrgdina av evninum ‘havtilfeingi’.

Endamálið við verkætlanini var at greina møguleikar og forðingar í mun til at gagnnýta alt tilfeingi úr fiskivinnuni í tøttum samstarvi við vinnuna.

Á fundinum verða niðurstøður og úrslit frá verkætlanini lagdar fram, umframt at umboð fyri vinnuna greiða frá ætlanum og íløgum fyri at fáa alt tilfeingið til lands.

Síðan verður kjak um, hvussu komið verður fram á leið við at gagnnýta havtilfeingið í norðurlondum betur.

Kunnað verður eisini um stuðulsmøguleikar frá Fiskivinnuroyndum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo