Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Fríkirkjan Vegurin ætlar í næstum at veita jólahjálp til tey sum ikki hava nóg mikið um jólini.

- Vit á Vegnum ynskja, at jólini hjá øllum skulu vera góð og gleðilig. Tað er høgtíðin, har vit minnast, at Jesus var føddur og gav okkum vón. Hesa vón vilja vit fegin birta, har tørvurin er størstur.

Tað eru fólk ið hava tað torført fíggjarliga, ella tey sum kenna onkran sum hevur tað torført fíggjarliga sum kunnu søkja, siga tey á Vegnum.

Til ber at senda ein teldupost til frikirkjanvegurin(at)gmail.com og greiða frá støðuni.

Meira kann eisini lesast á teirra facebookvanga.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo