Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

At hava nakað upp á hjartað og siga frá tí. At hava dirvi at staðfesta sína sannføring. At kennast við trúnna á Jesus sum lívsgrundarlag og útgangsstøði.

Sóknarprestarnir vóru á ferð í Íslandi eitt langt vikuskifti frá 20. – 24. mai 2016. Endamálið við ferðini var at styrkja tey persónligu, sosialu og fakligu atlitini, ið nema kall og embæti prestanna.

Sjálvt um tað mesta er gott, er tað altíð okkurt, ið kann gerast betur. Eitt orðafelli sigur, at gløgt er gestsins eyga. Um vit á ferð uttanlands hava eygu og oyru opin, varnast vit hugsanir og fyribrigdi, ið vit kunnu læra av og gagnnýta í tí heimliga. Vitanin víðkar førleikan at taka støðu.

At ferðast úti í heimi gevur lærdóm og vitan. Hugsanin verður kveikt til skapandi avrik, ið síggjast aftur í føroyskum jørðildi, t.d. innan vísindi, bókmentir, list og arkitektur.

Eisini kirkjan kann mennast í góðum verki, hóast nógv er gott. Uttan at vera misnøgd við støðuna í tí heimliga, skulu vit við Guðs hjálp og Heilaga Andans leiðslu gera okkum ómak at gáa um tað, ið onnur hava. Vitan og vitjan gevur íblástur og styrkir førleikan at meta um og velja til og velja frá. Kristnin hevur sum aðalmál, at tað, ið avrikað verður, er dygdargott og væl úr hondum greitt.

Orðað breitt og alment var tað nakað, ið vit serliga løgdu til merkis millum tænastufólk kirkjunnar í tí almenna rúminum og í tí kirkjuliga umhvørvinum. Tann kristna trúgvin var eyðsýnd í samveru, samtalu og lívsførslu, t.d. tá ið farið varð til borðs ella vit heilsaðust við komu og fráferð.

Jesu navn varð natúrliga nevnt í vanligum borgarligum samskifti. Tað kristiliga var ikki eitt ískoyti til ella eitt fríkorter frá dagligum yrki. Tað kirkjuliga og tað borgarliga bóru bráð av og vitnaðu um kristnu trúnna.

Verumátin var ikki ágangandi ella áleypandi. Ei heldur var tað dyrkan av sær sjálvum við atliti at dygd og góðsku. Tað var hvørki at føra seg sjálvan fram ella at halda seg vera betri enn onnur. Tað kendist natúrligt og ektað. 

Tað lýsti av eldhuga og ivri eftir at vísa til Jesus sum Harra og frelsara. Talan var um frímóð at kennast við trúnna á Jesus og vitna um hansara stórleika, tign og myndugleika.

Tað var eins og Heilagur Andi skapti lív í likam, sál og anda. Tað var ein áminning og tilsiping til løtuna, tá ið trúgvin varð gróðursett, kveikt og endurfødd til livandi vónar vegna uppreisn Jesu Krists frá deyðum.

At vitja kirkjuna í Hafnarfirði var nakað serligt. Løtan var borin av Anda Guðs og gjørdist rík og signað.

Ein framúr væl úr hondum greidd kirkja við atliti at bygging og møguleikum. Listarliga kveikjandi við mongum bíbilskum motivum. Tann bíbilski heimurin varð so livandi boðaður í list og mentan, at orðið gjørdist hold og tók búgv okkara millum.

Kendi eitt brennandi ynski í barminum, at eg mátti mennast og búnast andaliga og fáa størri frímóð at vitna um Jesus í tí dagliga.

Frímóð at trúgva gleðiboðskapin um frelsu Guðs í trúnni á Jesus.

Frímóð at velja Jesus sum lívsgrundarlag.

Frímóð at biðja Guð um størri mál av kærleika og tolsemi.

Frímóð at vera amboð í Guðs hondum og prædika gleðiboðskapin heldur enn kensluna av at vera arbeiðsgevari.

Frímóð at tæna Guði til heiðurs og menniskjum til gleði og signingar.

Frímóð at tæna familju og húsfólki, teimum, ið á serligan hátt gjørdust mítt fyrsta kall og akur.

Íslandsferðin minti á tað andaliga góðsið í myndlist, tónlist og mentan. Við siðaskiftinum fór nakað týdningarmikið fyri bakka. Nútíðar kristin leita aftur í søguna eftir fedranna arvi. Bøn í kvirru og djúphugsni kveikir sinnið, stimbrar hugsanina og styrkir trúnna á Jesus. 

Tey fyrstu kristnu nýttu symbolir sum ímyndir av trúnni og sum liður í evangeliskari boðan. Væl kend er myndin av fiskinum í teim rómversku katakombunum, tá ið kristnin fór undir jørð vegna atsókn og forfylging. Myndin av fiskinum segði frá, at her savnast kristin fólk. Fiskurin er eitt kristussymbol.

Ein fiskur eitur á grikskum máli “ichtys”. Orðið “ichtys” inniheldur á grikskum forbókstavirnar í orðunum “Jesus Kristus Guðs Sonur Frelsari”.

Í gomlu trækirkjunum síggja vit t.d. á kórvegginum hjørtu, krossar og sirklar. Hjartað ímyndar kærleikan.

Krossurin sigur frá frelsuni. Sirkulin ímyndar ævinleikan. Guðs kærleiki veitir æviga frelsu.

Í fleiri kirkjum hava vit møguleikan at tendra ljós bæði í gleði og sorg. Eitt livandi ljós nemur sinnið og sigur nakað, ið er torført at lýsa í orðum. Jesus nevndi seg sjálvan ljós heimsins. Fyrimyndin er heilag.

Amen.

Orðið: “Eg eri ljós heimsins. Tann, sum fylgir mær, skal ikki ganga í myrkrinum, men hava lívsins ljós.” (Jóhannes 8,12).

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo