Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Børn og ung í Tórshavnar kommunu eiga eisini at fáa frítíðarkort í boðið og hesum arbeiða vit í TK í løtuni við í samband við at frítíðarpolitikkur verður orðaður.

Eg kenni til kortið úr Íslandi og veit hvussu góðar royndirnar eru haðani og fegnist um at Runavíkar Kommuna setti skjøtul á og fleiri kommunur nú fylgja hesum frálíka átaki.

Kortið hevur fleiri fyrimunir við sær:

- Tað er ein stuðul til barnafamiljur, so øll børn og ung hava møguleika at ganga til eitthvørt frítíðarítriv (tónleik, skótar, ítrótt, drama osfr)

- At fleiri børn og ung eru virkin bæði sálarliga og kropsliga er eitt týðandi fyribyrgjandi átak og ein beinleiðis íløga í sunnar vanar og góða fólkaheilsu

- Óbeinleiðis er talan um góðan stuðul til frítíðarfeløgini, sum harvið fáa betri møguleikar at menna sítt virksemi, td við at bjóða dygdargóða venjing til allar aldursbólkar.

Tí arbeiða vit miðvíst við at fyrireika, hvussu eitt frístundakort kann bjóðast børnum og ungum í høvuðsstaðnum. Serliga haldi eg at tað er sera umráðandi at fáa góðar, vaksnar venjarar til breiddina.

Hagtølini vísa, at mong ung steðga í frítíðarfelagsskapi um 14-15 ára aldur, - kanska tí feløgini ikki hava fíggjarliga orku til at seta vaksnar venjarar til allar aldursbólkar. Og sum kommuna og sum foreldur ynskja vit, at okkara ungu eru partur av einum sunnum sosialum felagsskapi. Her kann frítíðarkortið vera við til at fáa tey at halda fram at íðka, m.a. tí at frítíðartilboðið er seriøsari.

Í TK eru okkurt um 70 ymisk ítróttar og frítíðarfeløg og tí krevst eitt dygt fyrireikingararbeiði í samband við at bjóða slíkt kort fram. Nú vit arbeiða við frítíðar- og ítróttarpolitikkinum hava vit fundir við ÍSF og frítíðarfeløg í kommununi og tað kemur at geva okkum neyðuga grundarlagið til at taka støðu til hvussu eitt frístundakort kann setast saman og fyrisitast í kommununi.

Tí sjálvandi skulu børn og ung í Tórshavnar kommunu eisini fáa frítíðarkortið í boði.

Gunvør Balle
Forkvinna í mentamálanevndini

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo