Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Sjálvt borgarlig valevni lova nú veljaranum frítíðarkort til síni børn. Eitt frítíðarkort skal tryggja øllum børnum atgongd til gagnligt frítíðarvirksemi, sum livir upp til treytirnar, sum kommunan setur. Tankin er góður, kanst tú siga. 

Sum alt annað, sum vit valevni lova í hesum døgum, so er tað borgarin sjálvur, sum rindar.  Tað merkir, at man politiskt tekur pening inn frá borgaranum og gevur tað aftur sum kort, og soleiðis tryggjar, at borgarin brúkar peningin, sum kommunan heldur er best. Smart. Tað kann brúkast á øllum møguligum økjum, eitt nú kundi eitt skattafíggjað innkeypskort tryggja, at familjur keypa sunnan mat, heldur enn skundveðrir frá Burger King.

Hinvegin, so kann man ístaðin hækka barnafrádráttin svarandi til virðið av ætlaða frítíðarkortinum. Men tað krevur sjálvandi, at politikarin vil lata borgaran hava ræði á egnum pengum, og at politikarin hevur álit á, at borgarin veit líka væl sum kommunan, hvat gagnar egnum børnum. 

Vit í Framsókn hava álit á borgaranum.

Ruth Vang
Valevni til Tórshavnar Býráð

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo