Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Nes kommuna: Arbeiðið við at út- og umbyggja Frítíðarskúlan er komið so mikið áleiðis nú, at eftir ætlan verður nýggi bygningurin tikin í nýtslu eftir páskir. Tá fer skúlabólkurin, sum nú er í Barnagarðinum, at flyta yvir í Frítíðarskúlan.

Tá ið Nes kommuna í november 2020 samtykti fíggjarætlanina fyri 2021, varð tað samstundis avgjørt, at tá ið nýggi bygningurin var liðugur og tikin í nýtslu, skuldi Frítíðarskúlin hava opið fleiri dagar. Her verður serliga hugsað um frídagarnar hjá skúlanum gjøgnum árið, meðan summarfrítíðin verður óbroytt.

Peningur er avsettur til endamálið, men neyðugt verður at gera eina tilmeldingarskipan við ávísum treytum. Alt hetta fer at verða fráboðað foreldrunum, tá ið nýggi Frítíðarskúlin verður tikin í nýtslu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo