Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Javnaðarflokkurin: Áðrenn summarferiuna stóðu 31 børn á bíðilista til eitt frítíðartilboð, sambært Almannaverkinum. Nú vil Eyðgunn Samuelsen hava eina dagføring frá landsstýrismanninum.

Er nakað hent á økinum? Hvussu nógv børn standa enn á bíðilista?

Frítíðartilboð eru sera týdningarmikil fyri familjuna og barnið. Um tey ikki eru tøk, so gongur tað út yvir trivnaðin hjá barninum, tí barnið verður isolerað heima og fær ikki møguleikan at vera saman við øðrum javnlíkum.

Fyri foreldrini merkir tað ein fíggjarligan miss og ótryggleika í starvinum, tí tey noyðast úr arbeiði fyri at vera heima hjá barninum.

Frítíðartilboðið gevur møguleikar til foreldur við barni, ið hevur serligan tørv, at liva eitt vanligt og virkið lív og luttaka á arbeiðsmarknaðinum á jøvnum føti við onnur. Harumframt skulu børnini fáa somu tilboð sum onnur børn og harvið møguleikar at mennast í felagsskapi við onnur børn.

Les fyrispurningin her: www.logting.fo/documents/53365

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo