Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Fritleiv Joensen
22.03.1931 - 14.01.2020
in memoriam

Nú lot er kalt um Halgadal,
nú Fritleiv hann er farin,
í verki vignaðist hann væl,
hann sat so væl um garðin.

Hann bygdi hús og setti búgv
til leik á lívsins scenu,
tá hann við kærleika og trúgv
sær festi føgru Lenu,

Tey vóru bæði tvey sum eitt,
har forløg fylgju førdi,
og brátt við børnum væl var reitt
við ætt, sum alskur nørdi.

Ja, verkið vignaðist um vøll,
tað gróð um góðar hendur,
har Fritleiv fekst við ítriv øll
og brátt var víðakendur.

Ja, viðgitin um land várt vítt
for dygdir og for dugnað,
har hann við hegni gjørdi sítt,
sum altíð mundi muna.

Tú sást hann sjáldan binda frið
í sínum dagsins yrki,
har hann við hegni steig mong stig,
sum sýndu hansar styrki.

Har vitur hann kleiv ups og bjørg,
hann ruddi mannagøtur
um brattan stíggj, um hól og hørg,
sum styttu stravnar løtur.

Hans hugur stóð til eitt og alt
í verki og í vinnu,
har hann sær lívsleið hevði valt,
hann fermur flutti finnu.

Men lívsins talv er manni fjalt,
eitt lagnuspæl á scenu,
har finnuleik tú ei fekk valt:
tá Fritleif misti Lenu.

Hann sat í dagar og í ár,
har miss hann mundi sakna,
og tó sum tíðahjólið gár,
úr sút hann mundi vakna.

Hann leitaði á mannafund,
har vin hann átti mangan,
og vann av nýggjum lív í lund
at virka dagin langan.

Og brátt hann átti nýggjan dag,
hann flutti aftur finnu,
hann velti og fekk alt í lag,
hann fann sær nýggja kvinnu.

Í somu støðu møttust tey,
tey kendu lívsins kostir,
tí giftust tey brátt bæði tvey
og løgdu saman ástir.

-----

Nú árini tey løgdust til,
vit leygarmorgnar flutu
sum unglingar í svimjihyl,
har dýrdarstund vit nutu.

Har Fritleiv oftani var tann,
sum átti besta orðið,
tá hann á morgni stól sín fann
við morgunmatarborðið.

Til jóla helt hann gamlan sið
við kleynum av Guds náði,
og Poula, sat við hansar lið
við vøkrum kærleiksbrái.

----

Nú ert tú farin vinur vár
um evsta lívsins liðið,
men eftir stórur varði stár:
Vár vinur hvíl í friði

pmp

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo