Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Eg fekk eina kenslu av onkrum, sum eg fegin vildi fáa við, so leiðin gekk í Norðurlandahúsið, har vit fingu eina kenslu av nostalgi og føroyskari tónleikasøgu.

Tað er frálíkt, at tað eru tey, sum gjarna taka føroyska tónleikaskattin upp og geva hesum nýtt lív og ein frískan nútíðarsamleika!

Hetta megna tær í KATA til UG, tí tær dugdu á sertakan hátt at fáa okkum við, so vit kundu sita við eini kenslu av at vera undirhildin og at kunna taka til okkum!

Ofta kann tað tykjast, at tað gamla gjarna kann liggja, men tað er ongin ivi um, at hetta er søgan og KATA duga at lata hetta í júst tann búnan, sum vit í 2022 kunnu taka til okkum og njóta.

Tað eg beit serliga merki í var, at teirra nógvu ára royndir hava bara gjørt teirra sangligu evni enn betri, tí eg sat og tók teirra væl samansettu røddir til mín.

Ongin ivi er um, at tað skal sera hegnislig málrættað venjing til, tí røddirnar passa so væl saman, at tað “næstan ger ilt”.

Tónleikarar við
Tað nýggja í hesi framførsluni var, at tær høvdu tónleikarar afturat sær, sum gjørdi samlaðu ljóðmyndina sera nærverandi, tí serliga flótandi urguspælið hjá dugnaliga urguspælaranum, Ara Hammer Joensen, kom inn millum væl klingandi røddirnar.

Slagverkið og alt tað hjá Jan Rúna Poulsen sat har tað skuldi, sum eisini gav góða og taktfasta fyllu í samlaðu, frálíku ljóðmyndini.

Lasse Thorning Jæger er sannur úrmælingur innan ljóðeffktir og til at geva okkum hesa sera frálíku upplivingina – at fara aftur til 1902, har samlaða uppsetingin stavaði frá.

Frálík uppliving!

Vit bæði konan, og ivaleyst flest øll í salinum kundu fara mettaði heim, tí alt riggaði júst soleiðis tað skuldi, tí man kann so sanniliga siga, at samlaða ljóðmyndin og upplivingin hevði sítt fría flog.

Frá mær fær hetta dygdarverkið 6 av 6 stjørnum!

Fríðálvur A. Jensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo