Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Frítt val: Fríggjakvøldið 8. juni fer Frítt Val at hava stovnandi aðalfund í Perluni í Havn. Hurðarnar lata upp kl. 19:30.

Frítt Val byrjaði í august 2017 sum fólkarørsla fyri fríari abort í Føroyum. Síðani tá er rørslan vaksin nógv, og nú er tíðin búgvin at stovna okkum sum felag.

Frítt Val ynskir at stuðla gongdini fram ímóti einum samfelag, har kvinnur ráða yvir egnum kroppi, og har hvør einstøk kvinna hevur einarætt til at taka avgerðir um mál, ið beinleiðis ávirka likam og lív hennara.

Skráin hetta kvøldið:

Kl. 20:00 Vælkomin

Kl. 20:20 Karin Kjølbro ber fram røðu

Kl. 20:35 Laika spælir nøkur løg

Kl. 21:00 Reglugerð og val av nevnd

Kl. 21:30 Sonja Jógvansdóttir ber fram røðu

Kl. 21:40 Konni Kass spælir nøkur løg
Kl. 22:05 Mariumessa á Vári diskar restina av kvøldinum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo