Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Báður Larsen finst at undirritaða fyri at siga, at galdandi reglur eru greiðar:

Fyri at gerast advokatur í Føroyum skalt tú hava danskt kandidatprógv.

Tað tykist, sum Bárður heldur, at Fróðskaparsetrið kann tulka seg burtur úr hesum við at siga, at hugtakið “danskt” kann vendast og snarast til eisini at umfata eina “føroyska” útbúgving.

Orðaljóðið í grein 119 í rættargangslógini, sum er soljóðandi: “har bestået dansk juridisk bachelor- og kandidateksamen” kann ikki misskiljast. Reglan kann ikki tulkast, soleiðis sum Bárður vil vera við.

Tað má tí sigast at vera undrunarvert, at Fróðskaparsetrið boðar sínum næmingum frá, at teirra útbúgving kann geva atgongd til at gerast advokatur.

Setrið sigur soleiðis á heimasíðu sínari:

“Lesandi, ið hevur staðið bachelorprógv í løgfrøði, kann fara víðari til meistarastig (yvirbygnað) á Setrinum, ið leiðir til 5 ára útbúgvingina, ið gevur atgongd til at virka sum advokatur, dómari v.m. Í fyrstu atløgu hevur Mentamálaráðið einans góðkent bachelor, men tá ávís formlig viðurskifti eru fingin uppá pláss, verður eisini nýggja meistaraútbúgvingin, sum verður kallað Embætisprógv í lóg, góðkend.”

Hesin boðskapur er ikki rættur og eigur eftir míni metan at verða tikin av heimasíðuni. Nýggja útbúgvingin gevur ikki atgongd til at blíva advokatur.

Eingin hevur nakað ímóti, at Fróðskaparsetrið fer undir at bjóða løgfrøði til føroysk lesandi.

Hetta er eitt gott stig. Í Føroyum er á flestu økjum føroysk lóggáva galdandi, so tað er uppá sítt pláss, at vit hava undirvísing í løgfrøði í Føroyum.

Men Setrið má gera sær greitt, hvørjar reglur eru galdandi fyri at fáa eina slíka útbúgving góðkenda.

Hvar hevur Fróðskaparsetrið fingið at vita, at nýggja útbúgvingin kann geva atgongd til at blíva advokatur?

Fyri at útbúgvingin skal kunna góðkennast sum grundarlag fyri at gerast advokatur, er ikki nóg mikið við góðkenning frá Mentamálaráðnum. Setrið má sum øll onnur fyglja reglunum í rættargangslógini.

Rættargangslógin er danskt málsøki og verður umsitin av danska løgmálaráðnum. Ein avleiðing av hesum er, at føroyskir advokatar skula fylgja somu reglum, sum eru galdandi í Danmark.

Bárður Larsen metir rættargangslógina fyri eina “bagatell”. Undrunarvert at leiðarin fyri løgfrøðiundirvísingina kann siga soleiðis.

Bárður Larsen var umboð fyri Fróðskaparsetrið í nevndini, sum skuldi gera uppskot til nýggja rættargangslóg, men hann tók seg úr nevndini.

Men Bárður er tó kunnaður so mikið um arbeiði í nevndini, at hann veit, at ein føroysk útbúgving í minsta lagi skal góðkennast av donskum myndugleikum.

Bárður veit eisini, at skulu danskir myndugleikar góðkenna eina føroyska útbúgving innan løgfrøði, skal hon verða á minst sama støði sum í Danmark.

Fróðskaparsetið hevur sambært útsøgnunum frá rektaranum ikki sett seg í samband við danskar myndugleikar um føroysku útbúgvingina.

Um Fróðskaparsetrið ætlar, at útbúgvingin skal geva atgongd til advokatvirksemi, má Fróðskaparsetrið sjálvandi sum tað fyrsta venda sær til danskar myndugleikar fyri at fáa hesa útbúgving góðkenda.

Rættargangslógin er ikki nøkur bagatell.

Eg rokni ikki við, at tað fer at bera til at broyta donsku rættargangslógina soleiðis at danskir myndugleikar verða bundnir til at fyrihalda seg til eina “føroyska góðkenning”.

Hetta fer í hvussu so er at taka langa tíð at avgreiða. Eg rokni við, at verður leisturin við at trýsta seg ígjøgnum við “lógartulkingum” brúktur, so verða teir næmingar, sum byrja í ár, langt síðani lidnir, áðrenn Fróðskaparsetrið er komið á mál.

Ein annar møguleiki er sjálvandi, at málsøkið rættargangslógin, t.e. dómsvald, løgreglan og harvið eisini advokatar verða yvirtikin av føroysku myndugleikunum. Tá verður tað upp til føroyskar myndugleikar at taka støðu til útbúgvingar v.m.

Men við merkisverdu útmeldingunum frá Fróðskaparsetrinum tykist onki gott at vera í væntu við hesum heldur.

Christian Andreasen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo