Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Fróðskaparsetrið: Starvið sum rektari á Fróðskaparsetri Føroya verður nú lýst leyst. Nýggi rektarin skal byrja í starvinum 1. september í ár, og starvstíðin er fimm ár.

Starvsskeiðið hjá verandi rektara á Fróðskaparsetrinum gongur út 1. september, og nú verður starvið lýst leyst at søkja.

Fremsta uppgávan hjá rektaranum er at standa fyri leiðsluni á Fróðskaparsetrinum og at tryggja, at stovnurin veitir samfelagnum gransking og útbúgving á altjóða stigi. Fróðskaparsetrið hevur í dag 24 útbúgvingar, 144 starvsfólk og yvir 1000 lesandi.

Nýggi rektarin skal hava drúgvar leiðsluroyndir og neyvan kunnleika til útbúgvingar- og granskingarøkið. Viðkomandi skal hava sterka akademiska bakgrund, gjarna sum viðurkendur granskari.

Rektarin skal dagføra langtíðarætlanirnar hjá Fróðskaparsetrinum saman við leiðslu og stýri. Dentur verður lagdur á undirtøku innanhýsis og samstarv við altjóða granskingar- og útbúgvingarstovnar, vinnulív og samfelag annars.

Umsóknarfreistin er 1. mai 2019, og rektarin byrjar í starvinum 1. september 2019. Starvstíðin er fimm ár.

Starvslýsingin kann lesast her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo