At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í morgin fríggjadagin fer søgufrøðingurin Hans Andrias Sølvará at verja ritgerð fyri ph.d.-heitið; ritgerðin umfatar bókina Frá sjálvstýri móti loysing, sum kom út í 2014, og The Rise of Faroese Separatism, sum kemur út í bók ein av fyrstu døgunum.

Søgufrøðingurin verður sjálvur søguligur, tí ph.d.-verja hansara verður stroymað. Hetta verður fyrsta ferðin, at ein ph.d.-verja á Fróðskaparsetri Føroya verður stroymað.

Leinkið til stroymingina finst her: http://setur.fo/video/video/

Evnið fyri ritgerðini hjá Hans Andriasi Sølvará er sambandið millum framkomuna av føroyskum politikki og viðurskiftini Føroya og Danmarkar ímillum árini 1906-1925.

Samstarvið millum londini bæði í hesum tíðarskeiði byrjaði í sátt og semju og endaði í ógvusligum ósemjum.

Í ritgerðini leggur Hans Andrias Sølvará seg eftir at lýsa hesa gongdina og at greina, hví tað spældi so av.

Ph.d.-verjan verður á Námsvísindadeildini á Frælsinum og byrjar kl. 13.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo