Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Fróðskaparsetur Føroya: Bygningarnir hjá Setrinum eru fyribils stongdir, men hildið verður fram við undirvísingini í mest møguligan mun við teimum amboðum, sum eru tøk.

Setrið hevur í eina tíð fyrireikað seg til nýggja veruleikan, nú heimsheilsustovnurin, WHO hevur lýst støðuna við covid-19 at vera eina alheims farsótt. Bygningarnir eru læstir, starvsfólk arbeiða heimanífrá, og ein skipan verður sett í verk, har vanliga undirvísingin verður sum fjarlestur. Summi brúka longu fjarlestraramboðini, men í næstu viku skal skipanin sum heild setast í verk.

Lesandi eru kunnað, og nærri kunning um fjarundirvísingarskipanina kemur seinni. Gransking og fyrisiting halda fram sum vant, men undir øðrvísi skipaðum viðurskiftum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo