40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Í formansfrágreiðing síni, segði Bárður á Steig Nielsen millum annað á landsfundinum í dag, at Sambandsflokkurin er ein stórur og breiður flokkur, ið rúmar nógvum visjónum.

- Tað skulu vit framhaldandi vera, segði formaðurin.

- Tað, sum savnar okkum, er tann sosial-liberala stevnan. Tað er ynskið um einar tryggar Føroyar fyri allar borgarar.

- Men tá talan er um tey sonevndu etisku málini, eru vit ikki samd. Í Sambandsflokkinum hevur altíð verið siðvenja, at limir í flokkinum hava rætt til egna sannføring í hesum málunum.

- Hetta samgonguskeiðið hevur serliga verið merkt av einum máli av hesum slag. Nevniliga málið um barnsburðarfarloyvi til samkyndar mammur.

- Vit fóru til samgongusamráðingar við tí kravi, at hjúnarbandslógin ikki skuldi rullast aftur.

- Hetta kravið varð gingið á møti. Fyri at tryggja okkum, at hjúnarbandslógin ikki varð rullað aftur, settu vit eina orðing í samgonguskjalið, ið ljóðaði, at samgongan skuldi atkvøða samlað um andstøðuuppskot. Tíverri er hendan orðingin nú vorðin ein forðing. Hon upphevjar aldargomlu siðvenjuna um, at einhvør tinglimur kann atkvøða eftir egnu sannføring í sokallaðum etiskum málum.

- Vit mugu ásanna, at hetta er sera óheppið.

- Tí skulu vit frameftir ongantíð binda Sambandsflokkin upp á etisk mál - hvørki progressivt ella konservativt. Tá tú hevur eitt so gott og breitt bakland - tá tú hevur útvið 7000 atkvøður aftanfyri teg, ja, so má tað vera pláss til ymsar meiningar á nøkrum økjum.

Les alla frágreiðingina her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo