Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Familjan hjá eini 38 ára gamlari kvinnu í Frankaríki hevur lagt sak, eftir at kvinnan fyrst bleiv koppsett við AstraZeneca og síðani doyði av blóðtøppi í heilanum.

Skipanin í Frankaríki er soleiðis, at til ber at leggja sak uttan at nakar beinleiðis er ákærdur ella kravdur eftir endurgjaldi. Familjan ynskir bara at fáa greiðu á, um koppingarevnið kann hava spælt ein leiklut í deyðanum hjá kvinnuni, hevur sakførarin hjá familjuni greitt frá.

Í Frankaríki eru tey byrjað aftur at brúka koppingarevnið hjá AstraZeneca, eftir at steðgað varð á í eina tíð, tí fleiri tyktust fáa blóðpropp eftir at hava fingið vaksinuna.

Enn er ikki staðfest um samband er ímillum blóðtøppar og vaksinuna, og eftirlitsmyndugleikarnir í ES hava sagt, at tað eru fleiri fyrimunir enn vansar við at brúka hana.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo