40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Í meira enn 30 ár hevur besta føroyska fótbóltsdeildin talt 10 lið. Hetta hevur givið eina størri landafrøðiliga spjaðing í kappingini og tað hevur óivað høga raðfesting hjá FSF.

”Veikaru” liðini hava mangan argað tey fremstu liðini og tað hevur eisini givið kappingini eitt størri undirhaldsvirði.

Men seinnu árini hevur tað verið meira eyðsýnt, at gjógvin millum topp og botn gerst alsamt størri. Í ár er hetta meira sjónligt enn nakrantíð.

VP hevur hugt nærri at kappingini í Betri deildini. 78 av 135 dystum eru longu leiktir. Tvs nærum 16 full umfør og kappingin er sostatt meira enn hálvrunnin.

Topp 4 liðini eru: HB, KÍ, B36 og NSÍ.

Botn 5 liðini eru: ÍF, EBS, TB, AB og Skála.

Av teimum 78 dystunum, ið longu eru leiktir, eru 40 dystir leiktir, har annað liðið hevur verið eitt topp 4 lið og mótstøðuliðið eitt botn 5 lið.

Hóast onkrir av hesum dystum hava verið tættir, (HB og KÍ hava vunnið tepurt á Tvøroyri), so kann staðfestast, at botn 5 liðini enn ikki hava megnað at fáa nakað stig frá topp 4.

40 dystir uttan nakað stig til ”botnin” eru tøl ið tala.

Seinasta umfar vann KÍ 7-0 við Margáir og umfarið frammanundan vann KÍ 6-0 á Skála. Fyrr í ár vann KÍ 6-0 á Argjum.

Eisini oddaliðið HB hevur vunnið trivaligar signar.

Gjógvin millum topp og botn er nú størri enn nakrantíð áður og hetta minnir eftir hondini um antifótbólt.

Uppflytingardeildin (1. deild) ber eisini boð um gjónna millum sterkaru og veikaru liðini.

Her liggur B71 í løtuni til uppflyting, hóast liðið bert er nr. 5 við 19 stigum fyri 14 dystir.

Tey fremstu liðini í 1. deild hava longu umboð í Betri Deildini og kunnu tí ikki flyta upp.

Tað hevur mangan verið tosað um at lækka talið av liðum í Betri deildini úr 10 niður í 8, og latið liðini møtt hvørjum øðrum fýra ferðir ístaðin fyri tríggjar ferðir, sum vit kenna tað í dag.

Kappingin hevði sostatt blivið 28 umfør ístaðin fyri 27 sum er galdandi í dag og vit høvdu fingið fleiri spennandi toppdystir.

Enn hevur hetta uppskot ikki vunnið frama.

Verandi støða er hvørki áskoðaravinarlig ella mennandi fyri føroyskan fótbólt og FSF eigur at eftirmeta Betri Deildina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo