Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

FSF: Fríggjadagin undirskrivaðu FSF og P/F Wenzel undir samstarvsavtalu, ið er galdandi næstu trý árini. Avtalan inniber millum annað, at landsliðsvenjarin, Håkan Ericson fer at koyra í svenskum bili, tá hann er á vitjan í Føroyum.

Tá Fótbóltssamband Føroya í desember í fjør setti svian, Håkan Ericson í starv sum føroyskur landsliðsvenjari hjá monnum, varð samstundis boðað frá, at venjarin fór at verða í Føroyum og til føroyskar dystir so nógv sum tilber. Á hendan hátt vildi Håkan Ericson fáa eitt breitt innlit í føroyskan fótbólt.

Og fyri at gera umstøðurnar hjá landsliðsvenjaranum so góðar sum tilber, fær sviin nú ein svenskan bil at koyra í, tá hann vitjar í Føroyum. Fótbóltssamband Føroya hevur nevniliga gjørt samstarvsavtalu við P/F Wenzel, ið inniber, at landsliðsvenjarin, fótbóltsmennararnir og onnur hjá FSF, næstu trý árini fara at koyra í Volvo og Ford.

– Fótbóltssamband Føroya er landsdekkandi og tí er av størsta týdningarmikið, at vit í FSF regluliga koma út í øll øki í landinum. Fótbóltsmennarar okkara vitja í feløgunum, og landsliðsvenjarar eygleiða dystir og skipa landsliðsvenjingar. Við avtaluni, sum vit hava gjørt við P/F Wenzel, tryggja vit venjarum okkara bestu møguleikar at ferðast kring landið, har teir saman við feløgunum menna fótbóltin, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í FSF.

Stjórin í P/F Wenzel, Rúni Djurhuus er sum vera man sera væl nøgdur við, at landsliðsvenjarin nú fer at koyra í Volvo og Ford.

– Landsliðið er ávegis í eitt spennandi tíðarskeið við nýggjum venjara og vit ynskja at gera okkara til, at arbeiðsumstøðurnar hjá nýggja toyminum eru so góðar sum gjørligt. Sjálvur havi eg altíð verið stórur fjeppari av landsliðnum, sum eg haldi hevur ein heilt serligan týdning fyri føroyska samfelagið. Tískil gleði eg meg ómetaliga nógv til komandi árini, har vit í P/F Wenzel kunnu koma enn nærri føroysku fótbóltslandsliðunum, sigur Rúni Djurhuus við heimasíðuna hjá FSF.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo