Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

FSF: Føroyar eru vertir fyri EM endaspælinum hjá U17 gentum næsta ár, og sum liður í fyrireikingunum venur landsliðið saman hvørja viku. Eftir ein heldur drúgvan koronasteðg við sjálvvenjing, eru vikuligu venjingarnar nú tiknar upp aftur, og nú ræður um hjá gentunum at brúka tíðina væl, fram til at tær skulu dystast móti sjey teimum bestu liðunum í Evropa. 

Hóast nakrir av ætlaðu venjingardystunum hjá U17 gentunum í 2020 eru avlýstir, so vónar Pauli Poulsen, høvuðsvenjari, at landsliðið fær hóskandi dystarvenjing komandi mánaðarnar. Ikki minst tí at mótstøðan í endaspælinum verður krútsterk, og tí hava genturnar tørv á dystum, har tær verða lagdar undir trýst fyri at gerast enn betri. 

Hóast uppgávan á vøllinum verður størri enn nakrantíð, so er tað stórt fyri føroyskan fótbólt at vera vertur fyri eitt EM endaspæl, og umframt at vera ein mennandi uppliving fyri spælararnar á U17 landsliðnum, so verður hetta mennandi og gevandi fyri allar gentur og kvinnur í føroyskum fótbólti, heldur Pauli Poulsen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo