Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Nú fannirnar gráta sín vársong, fer Fuglafjarðar Sangkór  undir leiðslu av Heðini Kambsdal  at hava sína árligu várkonsert í Fuglafjarðar kirkju í kvøld 25. mai kl. 19.00.

Kórið fer at framføra føroyskar og  útlendskar sangir við orgli, saman við strúkarum  og a cappella.

Á skránni  vera  verk av millum øðrum Felix Mendelssohn, W.A. Mozart, C.V. Stanford,  J. Waagstein og Kára Bæk at hoyra.

Millum verkini vera Coronation Mass in C – Gloria og Ave verum Corpus hjá W. A Mozart. Kórleiðari: Heðin Kambsdal

Við urguna: Petur Martin Johannesen

Strúkarar: Musikkskúlanæmingar og lærarar undir leiðslu av Moniku Stauss Joensen umframt solistar og kvartett.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo