Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Heilsufrøðiliga starvsstovan: Okkara grannalond hava í longri tíð verið plágað av fuglakrími, og nú er fuglakrím eisini staðfest hjá skúgvi í Føroyum.

Fuglakrím hevur ongantíð áður verið staðfest í Føroyum.

Sýnir vóru send til Statens Serum Institutt (SSI) í hesi vikuni, og nú eru tey fyrstu svarini komin. Tveir skúgvar eru staðfestir positivir fyri fuglakrím. Enn vænta nærri útgreiningar av sýnunum, ið staðfesta hvat slag av fuglakrími talan er um. Hesi svarini væntast fyrst í næstu viku.

Heilsufrøðiliga starvsstovan fylgir støðuni, og tá ið endaligu svarini eru tøk, kemur meira kunning

Áheitan til almenningin
Heitt verður á fólk um at siga Heilsufrøðiligu starvsstovuni frá, um komið verður fram á sjúkan ella deyðan fugl. Her hugsa vit serliga um rovfugl. Tó vilja vit eisini vita um annan sjúkan ella deyðan fugl, um 4 ella fleiri eru at finna innanfyri eitt avmarkað øki. Í fráboðanini skal upplýsast fuglaslag eftir førimuni og stað, har fuglurin er sæddur. Eisini er sera gott at senda mynd inn og upplýsa knattstøðu, um hon er kend. Upplýsingarnar verða nýttar til at fylgja við støðuni í Føroyum, og um neyðugt, at taka sýnir inn til nærri kanningar. Boðast kann frá á hfs(at)hfs.fo.

Heilsufrøðiliga starvsstovan metir í hvørjum einstøkum føri, um neyðugt er at gera nærri kanning av fuglunum. Vegna vanligan smittuvanda verður heitt á fólk, um ikki at nerta við sjúkan ella deyðan fugl.

Jóladøgurðin
Tað er vanligt í Føroyum at eta dunnu ella gás á jólum. Ein partur av hesum fuglunum er heimafuglur, ið er aldur í Føroyum, og hetta er tíðin, tá ið heimafuglurin verður dripin og fingin til høldar.

Tað slagið av fuglakrími, ið hevur herja í okkara grannalondum í seinastuni, hevur víst seg at hava lítil sannlíkindi at smitta til fólk. Tó vil Heilsufrøðiliga starvsstovan minna fólk á at halda sera gott reinføri, tá ið fuglurin verður dripin, hagreiddur og tilgjørdur. Maturin skal hitast væl; kjarnuhitin skal vera minst 75 ºC.

Mint verður á, at sjónliga sjúkur fuglur ongantíð skal nýtast til matna.

Hvat kann gerast fyri at tálma smittuvandanum hjá heimafugli?
Nú sjúkan er staðfest í Føroyum, kunnu eigarar av heimafugli taka nøkur fyrilit, fyri at verja fuglin ímóti smittuni.

Um heimafuglur verður fóðraður innandura ella undir taki, verður minni av villum fugli drigin til økið og smittuvandin verður tá munandi lækkaður. Fótbúnaður kann eisini lættliga verða dálkaður av t.d. fuglaskarni ella øðrum frá villum fugli, og tí verður eisini rátt til at reinsa fótbúnaðin, áðrenn og aftaná farið verður út í t.d. høsnarhús og inngirðingar. Annars vilja øll tiltøk, ið skerja sambandi millum heimafugl og villan fugl og økir har villur fuglur heldur til, føra til at smittuvandin verður tálmaður.

Sjúkan
Fuglakrím  er ein sjúka, ið kann smitta øll sløg av fugli: t.v.s. villan fugl; flogfenað, so sum hønur, dunnur og gæs; og eksotiskar fuglar, so sum undulátar og kanariufuglar. Sjúkan kann smitta frá villum fugli til heimafugl antin beinleiðis frá fugli til fugl, ella óbeinleiðis umvegis umhvørvi. Virusið kann yvirliva í umhvørvinum í minst 50 dagar. Vanlig sjúkutekin hjá smittaðum fugli eru niðursettur matarlystur, høvdið hovnar og fuglurin fær trupulleikar við andaleiðini, og deyðatalið kann blíva sera høgt. Sjúkan rakar høsnafugl harðari enn antarfugl.

Vandin fyri at sjúkan smittar fólk er sera lágur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo